fullfíggjaða steinrenning, sum er funnin í Bretlandi. Granskarar halda, at steinrenningin er av fornaldardýrinum - ichthyosaurinum - sum var eitt skriðdýr. Steinrenningin, sum er tíggju metrar long, sigst [...] Independent eru fleiri steinrenningar av ichthyosaurum funnar í Bretlandi, men sum skilst er hetta størsta beinagrindin, sum nakrantíð er funnin í Bretlandi. - Hetta er ein heilt einastandandi finning, sigur
avloysaran fyri Michael Winter, sum í síðstu viku legði frá sær. Nýggi venjarin eitur Lars Heiliger, sigur TB, sum greiðir soleiðis frá: Lars Heiliger hevur starvast sum ungdómsvenjari í Týsklandi, eisini [...] hevur hann royndir sum venjari í týsku 1. deild og hollendsku 2. deild. Lars Heiliger er ikki ókendur á Tvøroyri, tí í 2014-2015 var hann venjari á vælumtókta fótbóltsskúlanum, sum TB skipar fyri
Airbus-flogfar nr. 2, sum var komið til landið kvøldið fyri, stóð til reiðar við farstøðina at taka í nýtslu. Fremst á myndini stendur annað av teimum tveimum BAe146-flogførunum, sum nú eru eftir í felagnum [...] felagnum. Myndin er tikin til Vága Samferðslusøgu, sum kemur út í november í ár. Bókin verður einar 400 síður til støddar við nógvum myndum. Í bókini, sum umfatar Vágar og Mykines, er nógv tilfar frá gomlum [...] gomlum døgum, Vágatunnilin og flogferðslu.Tað eru teir báðir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen, sum hava savnað tilfarið og skrivað bókina.
tu 7 í Havn, sum verður brúkt til skiftandi framsýningar. Framsýningin hjá Finleifi hevur fingið heiti ”Ljós í myrkri”. Hóast tað er vetur, og tað er myrkt, eru teir 20 málningarnir, sum við eru á fra [...] bygdalýsingarnar, eru nakrir málningar, sum lýsa Havnina og útsýnið millum Borðuna og Glyrursnes. Eisini er útsýnið frá atelierinum hjá listamanninum nakað sum sæst aftur í málningunum. Hetta er aðru ferð [...] ferð, at Finleif Mortensen sýnir fram í ”Horninum” í Glarsmiðjuni, sum hann annars samstarvar við, og har hann leypandi sýnir fram málningar. Framsýningin kann síggjast til 6. desember frá týsdegi til
r, og tað kann bara gerast við at skipa skúlan í hóskandi øki, sum kunnu taka ímóti tí ábyrgd, sum tað er, at reka skúlan so skynsamt sum gjørligt. Hoyr samrøðu við Bjørn Kalsø við at trýsta á pílin omanfyri [...] num. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd í eina tíð, men nú verður av álvara ferð sett á tað. – Vit í Mentamálaráðnum vilja eisini hava nakrar av uppgávunum, sum hvønn dag liggja á borðinum
tað stendur nú ikki so nógv upp á spæl, sum tað onkuntíð hevur gjørt fyrr. Kvinnuliðið hjá Kyndli er so gott sum í FM finaluni, meðan Neistin hinvegin so gott sum hevur mist FM finalu møguleikan. Neistin [...] júst Kyndli. Hjá monnum stendur nógv upp á spæl hjá Kyndli, sum er í hørðum stríði við VÍF, StÍF og H71 um at koma í FM finaluna saman við KÍF, sum hevur munin í oddinum. Hóast Neistin byrjaði væl, so hava
Flemish Cap. Brestir, sum byrjaði túrin 29. januar, hevur fiskað 294 tons. Phoenix, sum byrjaði 6. februar, hevur 54 tons. Phoenix fiskar saman við Ran, soleiðis at tað er Phoenix, sum togar, men Ran tekur [...] Pierre at bunkra. Sjagaklettur byrjaði tann 12. februar og hevur hevur fingið 64 tons, og Vesturleiki, sum kom á fiskileið tann 14., hevur 28 tons inni. Váðasteinur hevur landað fyrstu lastina av Flemish Cap [...] Cap í ár. Teir byrjaðu fiskiskap tann 3. februar, royndu hálvan sjeynda dag og fingu 135 tons, sum teir landaðu í Havn. Kambur hevði ta fyrstu setuna í dag, og Klakkur er á veg á fiskileið.
kappingini byrjar í dag. Bradley Wiggins varð mettur sum stórfavorittur at vinna ársins Giro d'Italia, men hann hevur ikki víst seg at vera so stinnur, sum roknað varð við. Hann hevur mist nógva tíð og var [...] hann gavst. Kanadiski Ryder Hesjedal, sum vann Giro d'Italia í fjør, hevur eisini tikið seg úr kappingini í morgun. Hann hevur staðið seg illa í teimum umførunum, sum hava verið. [...] Enski súklarin Bradley Wiggins, sum vann Tour de France-kappingina í fjør, hevur í morgun tikið seg úr ársins Giro d'Italia-kapping. Felag hansara, Sky, sigur, at Wiggins er sjúkur, og at tí verður ikki
ikki at halda fram sum formaður, so Jari Lykke varð valdur til nýggjan formann. Fyri Stanley Olsen og John Christiansen vóru Andrea Isaksen og Benny Ejdesgaard vald í nevndina, sum ein av komandi døgunum [...] felagnum ikki skulu samstarva við limir sum ikki eru limir í felagnum, skeið í fyrstuhjálp, eisini var ein hálkubreyt uppi at venda á fundinum. Hetta er nakað av tí, sum komandi nevndin fer at hyggja nærri [...] døgunum fer at skipa seg. Á fundinum var m.a. ynski frammi um at fáa eitt búmerkið, sum limir í koyrilærarafelagnum kunnu brúka á skúlavogninum og í lýsingum, um teir ynskja tað. Jari Lykke sigur, at onnur
dúgvur. Tað var tað, sum skilti Føroyar frá einum finaluplássi, tá einstaklingakappingin í skeet varð skotin á Oyggjaleikum. Tey bæði fyrstu umførini av teimum fimm, ið vórðu nýtt sum undankapping til finaluna [...] finaluna, var tað annars Magni Dam, sum var besti føroyski skjúttin, men tá hann mest sum heilkiksaði í triða umfarinum, hekk finaluvónin á herunum á Jóannis Joensen. Jóannis hevði annars bara 19 dúgvur [...] dúgvur í fyrsta umfarinum, men við 23, 21, 21 og 21 í næstu fýra umførunum, kom hann so nær, sum hann kundi koma. - Tað var akkurát ikki nóg mikið til finalupláss. Men sjálvur havi eg neyvan skotið so væl áður