Enski súklarin Bradley Wiggins, sum vann Tour de France-kappingina í fjør, hevur í morgun tikið seg úr ársins Giro d'Italia-kapping. Felag hansara, Sky, sigur, at Wiggins er sjúkur, og at tí verður ikki við, tá 13. umfar í italsku kappingini byrjar í dag.
Bradley Wiggins varð mettur sum stórfavorittur at vinna ársins Giro d'Italia, men hann hevur ikki víst seg at vera so stinnur, sum roknað varð við. Hann hevur mist nógva tíð og var meiri enn fimm minuttir aftan fyri oddamannin, Vincenzo Nibali, nú hann gavst.
Kanadiski Ryder Hesjedal, sum vann Giro d'Italia í fjør, hevur eisini tikið seg úr kappingini í morgun. Hann hevur staðið seg illa í teimum umførunum, sum hava verið.










