Ábyrgdarbýtið skal verða greiðari

– Tað hevur verið eitt sindur av tvídrátti um ábyrgdarbýti av skúlanum, og nógvar kommunur hava ynskt ein smidligari bygnað, har ábyrgdarbýtið er greiðari, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Hann hevur nú sett ein arbeiðsbólk at endurskoða bygnaðin í fólkaskúlanum. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd í eina tíð, men nú verður av álvara ferð sett á tað.

– Vit í Mentamálaráðnum vilja eisini hava nakrar av uppgávunum, sum hvønn dag liggja á borðinum hjá okkum, desentraliseraðar, og tað kann bara gerast við at skipa skúlan í hóskandi øki, sum kunnu taka ímóti tí ábyrgd, sum tað er, at reka skúlan so skynsamt sum gjørligt.

Hoyr samrøðu við Bjørn Kalsø við at trýsta á pílin omanfyri.