Tvær dúgvur. Tað var tað, sum skilti Føroyar frá einum finaluplássi, tá einstaklingakappingin í skeet varð skotin á Oyggjaleikum.
Tey bæði fyrstu umførini av teimum fimm, ið vórðu nýtt sum undankapping til finaluna, var tað annars Magni Dam, sum var besti føroyski skjúttin, men tá hann mest sum heilkiksaði í triða umfarinum, hekk finaluvónin á herunum á Jóannis Joensen.
Jóannis hevði annars bara 19 dúgvur í fyrsta umfarinum, men við 23, 21, 21 og 21 í næstu fýra umførunum, kom hann so nær, sum hann kundi koma.
- Tað var akkurát ikki nóg mikið til finalupláss. Men sjálvur havi eg neyvan skotið so væl áður, so eg havi alla orsøk at vera nøgdur, helt Jóannis Joensen, tá teir seks bestu skjúttarnir vóru farnir undir finaluumfarið.










