Finleif í ”horninum” hjá Glarsmiðjuni

Mánadagin klokkan 15 letur Finleif Mortensen eina framsýning upp í ”Horninum”.

 

”Hornið” er partur av Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu 7 í Havn, sum verður brúkt til skiftandi framsýningar.

 

Framsýningin hjá Finleifi hevur fingið heiti  ”Ljós í myrkri”.

 

Hóast tað er vetur, og tað er myrkt, eru teir 20 málningarnir, sum við eru á framsýningini, ljósir og lættir.

 

Umframt tær afturvendandi bygdalýsingarnar, eru nakrir málningar, sum lýsa Havnina og útsýnið  millum Borðuna og Glyrursnes.

 

Eisini er útsýnið frá atelierinum hjá listamanninum nakað sum sæst aftur í málningunum.

 

Hetta er aðru ferð, at Finleif Mortensen sýnir fram í ”Horninum” í Glarsmiðjuni, sum hann annars samstarvar við, og har hann leypandi sýnir fram málningar.

 

Framsýningin kann síggjast til 6. desember frá týsdegi til fríggjardag frá klokkan 10–17.30.