Grannauppgerðir á Hálsi í dag

Bæði mansliðini og kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum bresta saman í høllini á Hálsi í kvøld

Tað er stórur hondbóltsdagur í Havn í dag. Grannauppgerðir eru á skránni, men tað stendur nú ikki so nógv upp á spæl, sum tað onkuntíð hevur gjørt fyrr.

 

Kvinnuliðið hjá Kyndli er so gott sum í FM finaluni, meðan Neistin hinvegin so gott sum hevur mist FM finalu møguleikan. Neistin hevur tú ein gyltan møguleika at hevna tapið í steypafinaluni fyri júst Kyndli.

 

Hjá monnum stendur nógv upp á spæl hjá Kyndli, sum er í hørðum stríði við VÍF, StÍF og H71 um at koma í FM finaluna saman við KÍF, sum hevur munin í oddinum. Hóast Neistin byrjaði væl, so hava teir útspælt sín leiklut hesum kappingarárinum.

 

Kvinnur: Kyndil – Neistin (18:30)

Menn: Kyndil – Neistin (20:00)