kappingina fyri fult. Atkvøðurnar vóru heldur ikki nóg nógvar, til at hon slapp at verða verandi í kappingini. Svenska Carola kláraði akkurát at koma við til finaluna. Hon hevur vunnið kappingina fyrr, og tað [...] eru í dag noydd at pakka kuffertið og fara heim. Millum tey er Ìsland, sum møttist av buh-rópum frá áskoðarunum. Silvia Night, sum umboðar Ìsland, hevur fingi átalu fyri ringan atburð, og at hon ikki hevur [...] verið orsøkin til flestu yvirskriftirnar, er Lordi frá Finnlandi. Tey fimm trøllini kláraðu eisini at koma víðari til finaluna. Ein trýr næstan ikki sínum eygum tá ein sær finsku luttakararnar. Teir eru
Eftir øllum at døma hevur hendan framførslan eisini sligið ígjøgnum. Jón Tyril sigur, at hetta er tað besta, ið hann yvirhøvur hevur hoyrt frá Boys in a Band, og hetta ummælið, ið stendur at lesa á Chromewaves [...] er ikki so torført at ímynda sær, at hendan framførslan og konsertferðin yvirhøvur kann gerast avgerðandi skotið fyri Boys in a Band. Eftir framførslum og dómum frá áhoyrarnunum at døma, er tað nú, tað [...] farið verður á pall í Texas, Austin, og í hvussu dreingirnir fara at megna at hugtaka lurtaraskaran til South by South West.
Helena sagt, at tað var fíggjarliga óskilið við ovurnýtslu og ovurstuðli til vinnuna í áttati árunum, sum hon helt seg síggja fóru at enda við búskaparligum skrædli, ið vóru orsøk til, at hon í 1990 bjóðaði [...] vunnið tingsess, so kundu úrslitini á valunum tey bæði seinastu árini bent á, at veljarin eisini á næsta vali fer at hava møguleika at taka støðu til, um Helena Dam á Neystabø skal í tingið. 31. oktober í 1981 [...] Jacobsen. Helena hevur fleiri ferðir hildið fyrilestrar um Jørgen Frantz og Barbaru. Fyrstu tíðina, eftir at hon var flutt aftur til Føroya, var Helena lærari í Studentaskúlanum við Gøtugjógv. 1985-87 arbeiddi
Fótboltur Løtan stóð í skugganum av, at heimsmeistararnir vitjaðu í Føroyum. Men tað eigur ikki at fara aftur við borðinum, at nýtt blað í føroyskari fótbóltssøgu varð skrivað leygarkvøldið, tá ið Føroyar [...] fyri teir allar er, at teir hava spælt á yngru landsliðunum. Tí vita teir, hvat tað snýr seg um, sigur Bill Jacobsen av Balkan, og hann heldur fram: - Útgangsstøðið hjá okkum var at hava nógv fólk aftanfyri [...] Ferðin var støðugt høg. Okkara setningur var at byrgja upp fyri eyðkenda Balkan smáspælinum og skjótu flytingunum. Vit vóru væl skipaðir, og tað eydnaðist væl at spæla nógv og sparka lítið, tá ið vit fingu
Jógvan hevur so ofta tikið til, hvussu nógv hann kendi seg at fáa burturúr á Ritzau. Tað lá í kortunum, at Jógvan skuldi fara í útvarpið at arbeiða. Tað fór hann í 1970, tá ið hann var liðugur við út [...] hann tíðindamaður og seinni leiðari á tíðindadeildini. Hann megnaði væl kunstin at vera poilitiskur journalistur uttan at gera seg til part av skipanini, og orð hansara vigaðu nógv, tá ið tað við døgurðaborðið [...] Brússel. Ítróttarfrásagnirnar vóru frá tí fyrsta, eftir at útvarpið varð sett á stovn, nátúrligur partur av skránni. Sum stórur smádrongur fór Jógvan at ganga pápanum til handa, og nú hevur hann í eini fjøruti
r í kvinnuhondbólti 1944. Hennara stóri áhugi fyri tí handaliga gjørdi eisini, at hon seinni fór til Tvøroyrar at læra at seyma. Hetta er eisini komi okkum børnum sera væl við, tí mamma bæði bant og seymaði [...] okkum børnum og øðrum við. Tá var tað ikki vanligt at keypa øll klæðir, men gera nyttu burturúr tí, sum var til taks. Meðan hon var á Tvøroyri, kom hon at hitta pápa okkara Georg J. F. Thorsteinsson (1926-2003) [...] gott hjá mammu at hava Randi hjá sær. Tað var ein góð hjálp hjá okkum øllum. Góða mamma, vermamma, omma og langomma, takk fyri alt tú er fyri okkum, takk fyri umsorgan og kærleika og at tú altí hevur eitt
úrtøkan bar sunnudagin við sær, at KÍ – í hvussu so er inntil í kvøld – er komið upp á sætta plássið, meðan sandoyingar, eftir at tað leingi hevur gingið væl, mugu finna seg í at vera á 8. plássi. B71 spilti [...] Stóri B71 møguleikin tóktist ikki at kveikja heimaliðið. Sandoyingar tóktust væl tilvitaðir um, hvør teirra leiklutur skuldi vera, og fleiri ferðir var um reppið, at teir komu til, møguleikar. Nýtt lív [...] hjálp frá sandoyingum í royndini at vinna øll stigini. Símun Hansen bað um býttisligt gult kort, sum bar útvísing við sær, tá ið eitt gult longu var í bókini, og eftir at Paul Clapson við høvdinum sera heppið
gamla Viðoy. Teir plagdu eisini at gera túrar yvir á Reyðafjørðin og til Skotlands eftir lambskroppum og seyðarhøvdum. Ólavur hevur góða sjónátúr, og hann plagdi ofta at vera við á hesum túrunum sum kokkur [...] Hanna og Ingunn búgva í Klaksvík, og Anja býr niðri. Í frítíðini dámar Ólavi væl at putlast uttanfyri húsini á Kjalarvegi og at vera á floti, og hann er framvegis KÍ stuðul. Hann er innkrevjari, og leygardagar [...] broytingar við sær. Ikki minst innan brygging og eisini í bókhaldinum. Nógvu tey fyrstu árini eftir, at Ólavur varð settur í starv, varð bókað og fakturerað og lønarútroknað við hond. Í bryggingini hava
hevur ein fingist við so nógv, men eg minnist einki til, at eg beinleiðis havi gjørt filmstónleik ella tónleik til sendingar, sigur Kim, sum tó kemur at hugsa um tónleik til Dag og viku og Veðrið, tá hann hevur [...] og hesaferð varð ljósvarparin settur á eitt evni, sum oftast fer fram í loyndum og sum ikki ber til at tosa um hjá teim flestu, hvørt talan so er um royndir ella vantandi innlit. Evnið var misnýtsla av [...] huglag, - ávísur stemningur. Myndamenn og sjónleik-arar skapa myndir og hugløg, men tað er sum um...at...., ikki sannheit? Har vantar okkurt! Tónleikur! Summi siga kanska bara "ljóð". Men tað krevst meira
hjá Kjølbro. Undir krígnum flutti Dánial út á Skála at arbeiða á skipasmiðjuni, sum Kjølbro átti. Tá búðu tey á Skála. Tað var tá, at Dánial fór at arbeiða sum kavari. Hetta yrki hevði hann roynt frammanundan [...] skipsmenn. Tíðliga í tíðini fór hon at handla. Fyrstu árini var sølubúðin í aðrari stovuni. Seinni flutti handilin í kjallaran, har tey frammanundan turkaðu fisk. At búgva í Vatnsoyrum var ikki altíð so [...] Dora er framvegis frísk og hevur áræði at taka lut í tí, sum fer fram kring hana, og hon býr framvegis í heiminum í Vatnsoyrum, sum hon og maðurin bygdu fyri knappliga seksti árum síðani. Dora er ættað