Ólavur Thomsen 40 ár á Føroya Bjór

Í dag, hósdagin 1. september, eru tað 40 ár síðani, at Ólavur Thomsen varð settur í skrivstovustarv hjá Føroya Bjór í Klaksvík.

Alla tíðina síðani 1. september í 1965 hevur Ólavur verið bókhaldari á bryggjarínum og arbeitt saman við fyrst Einari Waag eldra og síðani synum hansara - Einari og Heina Waag.
Hóast Føroya Bjór í dag framleiðir væl meiri, enn teir gjørdu fyri fjøruti árum síðani, so hava teir hildið umsitingina á sama støði. Tað vóru 4-5 fólk á skrivstovuni, tá ið Ólavur kom í starv har, og manningin telur framvegis sama talið. Fyri fjøruti árum síðani var skrivstovan í kjallaranum í sethúsunum hjá Einari Waag. Dánjal Nielsen hevði kontór sunnanfyri lítlu gongina, norðanfyri sótu Anna Petersen, sála, ein genta og Ólavur og innanfyri hjá teimum var skrivstovan hjá Einari.
Tøknfrøðin hevur borið so mangar broytingar við sær. Ikki minst innan brygging og eisini í bókhaldinum. Nógvu tey fyrstu árini eftir, at Ólavur varð settur í starv, varð bókað og fakturerað og lønarútroknað við hond. Í bryggingini hava tøknfrøðisligar tillaðingar støðugt verið gjørdar. Fyri einum 25 árum síðani var Føroya Bjór millum fyrstu fyritøkurnar, sum so spakuliga fór at automatiserað arbeiðsgongdirnar á skrivstovuni, og nú hava teldurnar yvirtikið so ógvuliga nógv. Í 1988 flutti umsitingin niðan um vegin í húsini, har tey framvegis halda til.
Ólavur er partur av býarmyndini. Á súkklu fer hann um morgnarnar av Biskupsstøð, leggur at á Posthúsinum, og so gongur leiðin út á Fornagarðar.
Ólavur Thomsen er klaksvíkingur. Hann er føddur grundlógardag í 1942. Foreldrini vóru Ebba, ættað frammi úr Garði í Svínoy, og Andreas Thomsen, lærari, sum var úr Gøtu. Hann er næstyngstur og eigur fýra systrar - Sólvá og Katrin, sum búgva í Klaksvík, og Torgerð og Marita, sum búgva niðri.
Ólavur vaks upp í grannalagnum hjá gamla Kjølbro, og hann fekk um endan á fjóstíðini hjá Kjølbro. Ólavur var á Købmandshvile háskúlanum veturin 1961-62. Kjølbro heilsølan í tí líkinum, sum hon framvegis er kend, sá dagsins ljós í 1961. Árið eftir fór Ólavur á skrivstovuna har. Umframt heilsøluvirksemi var avgreiðslan hjá Pride og Skipafelagnum undir somu lon, og ábyrgdarmenninir vóru Torry Lindberg og Petur Andreassen, sáli. 1964-65 var Ólavur á Gjaldstovuni, har Steingrím Joensen var leiðari, og seinastu fjøruti árini hevur hann verið á Føroya Bjór.
Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani syrgdi Føroya Bjór sjálvt fyri flutninginum av øli og sodavatni millum oyggjarnar. Teir høvdu skip til hetta, sum vórðu nevnd Føroya Bjór. Tað síðsta var gamla Viðoy. Teir plagdu eisini at gera túrar yvir á Reyðafjørðin og til Skotlands eftir lambskroppum og seyðarhøvdum. Ólavur hevur góða sjónátúr, og hann plagdi ofta at vera við á hesum túrunum sum kokkur.
Ivaleyst er Ólavur kring landið best kendur sum verjuspælari á tiltikna 66 liðnum hjá KÍ. Í 1957 byrjaði hann á dreingjaliðnum. Tvey ár seinni royndi hann seg fyrstu ferð á besta liðnum, og har var hann inntil í 1973. Hann bar orð fyri at vera ógvuliga treiskur og skilagóður, og hann var góður í høvuðspælinum. Ólavur spældi seks ferðir á landsliðnum. Fyrsti dysturin var móti Hetlandi í 1963, og tann síðsti var móti Hetlandi í 1969, tá ið Ólavur var liðformaður.
Andreas, pápi Ólav, var ein av forsprákarunum, tá ið Gøtu Ítróttarfelag var stovnað í 1926. Ólavur luttók eisini í nevndararbeiði í KÍ. Umframt í KÍ nevndini var hann eisini limur í serligu nevndini, sum í seksti árunum við John Reid Bjartalíð, sála, sum oddamanni royndi at fáa ítróttarhøllina í Klaksvík bygda. Í sjeyti árunum var hann limur í stadion nevndini hjá býráðnum. Sum drongur og unglingi var hann SNP skóti, og hann hevur eisini verið í Skt. Jørunds gildi.
Í august í 1965 giftist Ólavur við Jancy, fødd Sigurðsson, og ættað úr Klaksvík. Tey eiga fýra døtrar - Elsebeth, Hanna og Ingunn búgva í Klaksvík, og Anja býr niðri. Í frítíðini dámar Ólavi væl at putlast uttanfyri húsini á Kjalarvegi og at vera á floti, og hann er framvegis KÍ stuðul. Hann er innkrevjari, og leygardagar, tá ið abbabørnini umboða felagið hjá honum, telist hann millum teirra, sum fylgja væl við.