og virðiliga yvir. Tað er rós vert, at andstøðan skipar fyri slíkari ráðstevnu – sum tvørpolitiskt er gevandi og áhugaverd. Hetta er ikki at leggja samgonguni fótonglar. Tann [...] Sambandsflokkin. Hann hevur samstarvað við allar í hesari øldini, og støðan er tann sama, at í fiskivinnumálum ræður Fólkaflokkurin eina. Alt framtíðarríkidømi okkara liggur tí í hondum [...] einsamallur gera av, hvørja leið, vit skulu fara, um vit skulu fara fólkafloksleiðina við at lata nøkrum ávísum reiðarum alt fiskiríkidømi, ella vit skulu gera sum Framsókn, Tjóðveldi
hugsjónin var greið, analytisku evnini skørp, og tá ið pennurin var spískur og evnini at røða góð, so er tað einki at siga til, at Jóannes var markantur tingmaður, men á valinum í 1994 lat hann seg ikki stilla [...] viðurskiftum, og sum støðugt stríddist fyri, at tað almenna skuldi veita mentanini betri kor og vísti á, at tað á øllum økjum hevur verið teimum samfeløgum at gagni, sum hava raðfest almennan mentanarpolitikk [...] Longu áðrenn hann í 1960 leyk málsligt studentsprógv, hevði Jóannes verið tvey ár til skips, og eftir at húgvan var komin á høvdið, var hann vikarur, arbeiðsmaður og sjómaður. Jóannes las søgu og franskt
í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18, har øll eru vælkomin. Tey, ið ynskja at gleða diamantbrúðarparið henda dagin, verða biðin um at siga frá innan 20. okt. á telefon 456822. Gullbrúdleyp Leygardagin 16. [...] hildin í Avhaldshúsinum í Mikladali leygardagin 20. nov. kl. 19. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tel.: 457049 ella 581865 áðrenn 5. nov. 90 ára føðingardagur 18. [...] 65 ár. Dagurin verður hildin í Húsmørðafelaginum leygardagin 23. okt. kl. 19. Tey ið ynskja at gleða meg at koma í føðingardag, vinarliga sigið frá aðrenn 17. okt. á tel.: 456579, 216579 ella 755211. 60
men síðani hevur gingið afturá, so at hann nú er komin niður á 24,6 prosent, sum kortini er ein pen framgongd í mun til seinasta løgtingsval. Hetta vísir kortini, at flokkurin hevur mist stóran part av [...] formanssessin, sum hevur gjørt mun, og kanska taktikkurin hjá Óla Breckmann við at skjóta upp Anniku Olsen til forkvinnu fyri at vinna atkvøður í høvuðsstaðnum hevur givið bonus. Hóast Javnaðarflokkurin stendur [...] førdi til at Sjúrður Skaale fór úr flokkinum fyrr í ár. So slaka undirtøku hevur Tjóðveldisflokkurin ikki havt, síðani Høgni Hoydal lyfti flokkin upp til størsta flokk í 1998. Framsókn sær út til at hava
steðgin bendi einki á, at heimaliðið fór at koma aftur í aftur. Men so var tað, at B68 fekk brotsspark, sum Andre Olsen umsetti til mál. Tað setti eld í B68, og tað eydnaðist at javna til 2-2 við fínum [...] varð harvið vístur av vøllinum. Jónleif Højgaard royndi at senda frísparkið beinleiðis ímóti málinum hjá B36, og tað eydnaðist við rimmar skoti at seta bóltin í málið aftanfyri Meinhard Joensen! 80 min [...] hevur við brotssparki minkað um munin, so hann nú er 2-1. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Meinhard Joensen, B36 málverjin, feldi nýliga innskifta Kristian Anton Andreasen. Eitt sindur av fjáltri
síggja søguligu støðini í bygdini. - Ja, tað vísir seg, at tað eru rættiliga nógv fólk sum gera hetta. Fyri tey telur tað helst nógv, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini, sigur Bjarni við einum brosi [...] Velbastað, Steinatún, Eysturskúlan, Hvítanes og at enda til Kaldbaks, har hann var klokkan 16:06. - Vit koyra higar seks ferðir um dagin, og passar tað soleiðis, at fólk sleppa til arbeiðis og børnini í skúla [...] mikudagin var Bjarni farin við tí nýggja bussinum vestur higar. Hetta var ikki fyrstu ferð henda dagin, at Bjarni og leið 5 hava koyrt teinin úr Steinatúni og higar til Kirkjuybøar. Fyrsti túrurin er nevniliga
tap. Vit høvdu lítið at siga í útidystinum í Dublin, men heima á Tórsvølli vóru vit rættiliga væl við. Nógvir írskir áskoðarar vóru á havnargøtum tá, og teir fara vónandi og væntandi at vísa seg aftur. Nógv [...] er sostatt um lond við stoltum fótbóltssiðum, sum vónandi og væntandi fara at taka fitt av viðhaldsfólkum við sær, sum fara at seta sín dám á. Og hevur ein trekt Týskland, so hevur ein, ið hvussu er skorað [...] hevur ongantíð verið í undankappingarbólki saman við Svøríki og Kasakstan. Tað hugaliga er kortini, at vit hava møtt hesum londunum í venjingardystum, har vit hava staðið okkum væl. 27. apríl og 29. apríl
sandavágsmenn halda, at liðið styrknar við hesari uppstilling. Men hjá Høgna sjálvum, ið jagstrar heitinum sum altjóða meistari, átti tað at verið størri og meira mennandi avbjóðing at roynt seg móti teimum [...] sterkastu - ST, HT og KTF. Hini feløgini hava ikki sama úrval. Fyri at liðini í bestu deildini ikki skulu vera ov ójøvn, er reglan tann, at felag kann hava upp í tvey lið í deildini. Havnar Telvingarfelag [...] borðunum, sama gjørdi Silas Eyðsteinsson á triðja borði, men á fjórða borði eydnaðist Hanusi Inga Hansen at fáa talvið móti Torkil Nielsen javnt. Hinir á vestmannaliðnum vóru Jákup á Rógvu Andreasen, Samson
svar uppá, hvat millum annað kom burtur úr 1915-grundlógini. – Vit í formansskapinum halda, at tað upp á tíðina at fáa fram nakrar av teimum dugnaligu kvinnunum, sum hava sett sín dám á danskan politikk seinastu [...] Formansskapurin hevur gjørt sum nevndin hevur mælt til um tær kvinnur, sum skulu heiðrast við at koma upp at hanga. Talan verður eisini um tveir politikarar úr Føroyum og Grønlandi, sum ikki hava verið [...] Landstinginum í 1995. Næsta stigið hjá Fólkatinginum verður at gera eina kapping um, hvat listafólk skal mála. Til kappingina eru ymsar treytir. Ein er, at málningurin skal vera á leið líka stórur sum tann hjá
Formaður Virðisbrævamarknaður 6.000 Tilsamans 525.791 Løgmaður sigur, at landsstýrið nú fer at kanna, hvussu nevndarøkið kann umskipast fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstur. [...] vísir uppgerð, sum Løgmansskrivstovan hevur gjørt sum liður í arbeiðinum at endurskoða almennu nevndirnar og ráðini. Løgmaður sigur, at málið er størri gjøgnumskygni og sum frá líður færri nevndir og ráð. [...] almennu nevndirnar. Yvirlit yvir nevndarlimir, nevndir og samsýningar sæt VIÐ AT TRÝSTA HER Meira kann lesast um nevndir og VIÐ AT TRÝSTA HER