Ganga yvir - taka bussin heimaftur

- Hetta er ein sera góð tænasta sum verður veitt borgarunum. Tað er jú ikki á hvørjum staði, ið ein kann koyra ókeypis við bussum í eini kommunu sum okkara, sigur Bjarni Thomsen, ið er ein av bussførarunum hjá Bussleiðini í Havn. - Man kann siga, at kvívíkingar og vestmenningar hava nakað at gleða seg til, um teir altso koma upp í Tórshavnar kommunu, sigur hann við einum brosi.

Kirkjubøur: Seinnapartin mikudagin var Bjarni farin við tí nýggja bussinum vestur higar.

Hetta var ikki fyrstu ferð henda dagin, at Bjarni og leið 5 hava koyrt teinin úr Steinatúni og higar til Kirkjuybøar. Fyrsti túrurin er nevniliga tíðliga á morgni.

- Eg fari av Steinatúni til Kaldbaks longu klokkan 6:48, samstundis sum hin bussurin fer úr sama staði til Kirkjubøar. Soleiðis kunnu fólk vera til arbeiðis í Havn áðrenn klokkan 8, greiðir Bjarni frá.

Prátið er komið væl í gongd, men hann hugsar allatíðina um klokkuna, nú tað stundar klokkan til tíðarbilið, tá farast skal næsta túrin, nakrar fáar minuttir seinni.

Undan einum húsahorni síggjast nøkur ferðafólk koma gangandi beina leið móti bussinum. Hetta eru polakkar, sum eru á ferð við einum seglbáti í Norðurhøvum, men sum nú hava fingið sær fast undir fótum eina løtu.

Tey hava nú gingið tvørtur um Kirkjubøreyn til Kirkjubøar, og taka síðani bussin aftur til høvuðsstaðin. Dagin eftir skuldu tey víðari við báti sínum, men vildu fyrst síggja søguligu støðini í bygdini.

- Ja, tað vísir seg, at tað eru rættiliga nógv fólk sum gera hetta. Fyri tey telur tað helst nógv, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini, sigur Bjarni við einum brosi.


Seks ferðir um dagin

Veðrið var avbera gott henda dagin, og tá ein kortini hevði ein lítlan steðg í vakra umhvørvinum í søguligu bygdini, kundi Bjarni eins væl spáka sær ein túr kring um bussin.

Hann var komin higar klokkan 14:22, og 15 minuttir seinni skal leiðin ganga úr aftur Kirkjubø til Velbastaðar, og síðani aftur til Kirkjubøar við skúlabørnum.

Og tá klokkan so var vorðin 15.01 kundi Bjarni fara undir tann munandi longra túrin, umvegis Velbastað, Steinatún, Eysturskúlan, Hvítanes og at enda til Kaldbaks, har hann var klokkan 16:06.

- Vit koyra higar seks ferðir um dagin, og passar tað soleiðis, at fólk sleppa til arbeiðis og børnini í skúla. Tað er eisini galdandi fyri tey skúlabørnini í Kaldbak og her í Kirkjubø, sum skulu í Eysturskúlan í Havn.

- Vit royndu hesar ruturnar áðrenn summarferiuna, og síðani eru ávísar tillagingar gjørdar. Nú haldi eg, at fólk flest eru sera væl nøgd við hesa leiðina, vísir Bjarni á.

Áður røkti Bygdaleiðir rutusambandið til Kirkjubøar, men nú hevur Bussleiðin yvirtikið hesa. Bygdaleiðir koyrir tó til ferjuleguna á Gomlurætt.


Frambrot

Tað eru kanska ikki øll, ið vóru eins fegin um hesa tænastuna við ókeypis busskoyring í øllum støðum í Tórshavnar Kommunu.

Fyri íbúgvararnar í Velbastað, Kirkjubø, Kaldbak og Kollafirði er her talan um eitt stórt frambrot, nú ið tey sleppa ókeypis til arbeiðis, skúla ella ítriv aðrastaðni í kommununi.

Eru tað tó nøkur sum eru sera fegin um hetta tilboðið, so eru tað tey fremmandu ferðafólkini. Eins og við polakkunum omanfyri, vilja nógv sleppa til Kirkjubøar, og her er møguleikin avbera góður.

Longu tá tey koma í land á farstøðini í Havn stendur ein kunningardiskur fyri teimum. Her verður hesin møguleikin tikin fram sum eitt gott høvi at njóta ta vøkru føroysku náttúruna gjøgnum ein bussglugga, og síðani kunna steðga á í nakrar tímar í t.d. Kirkjubø ella Kaldbak.

- Í gjár lá eitt stórt ferðamannaskip á Havnini, og tað vóru rættiliga nógv fólk hagani sum koyrdu við okkum til hesi bæði støðini, bæði italienarar, týskarar og onnur. Men so eru tað eisini føroyingar sum ganga higar, og taka síðani bussin heimaftur.

- Jú, eg haldi, at hetta riggar avbera væl, sigur Bjarni Thomsen. 




14 bussar

Nýggja Bussleiðin kom í gildi 4. juli í ár, tá teir nýggju bussarnir vórðu settir inn á tær ymisku ruturnar í høvuðsstaðnum.

Talan er um 14 nýggjar bussar av merkinum SOR. Talan er um rúmsáttar bussar til øll, eisini illgongd, fólk við barnavogni og fólk í koyristóli.

Nýggju bussarnir eru lættir, styttri enn vanligt, umhvørvisvinaligir og betri egnaðir til býkoyring.