Søguligu hagtølini eru góð ímóti okkara komandi mótstøðuliðum í tí komandi HM-undankappingini. Tey bestu minnini eru sjálvsagt ímóti Eysturríki. Tann 12. september í 1990 framdi føroyska liðið eina sensasjón, sum nógvir altjóða fótbóltsserfrøðingar meta verða tað størstu sensasjónina innan landsliðsfótbólt nakrantíðm, tá føroyska liðið í sínum fyrsta undankappingardysti nakrantíð vann 1-0 á Eysturríki, tá Torkil Nielsen setti okkum á fótbóltsheimskortið við einum minniligum sigursmáli. Seinast vit vóru í bólki saman við Eysturríki til seinastu HM-undankapping gjørdist aftur talan um eitt gott úrslit, tá vit á heimavølli fingu javnleik 1-1 ímóti Eysturríki á Tórsvølli. Á útivølli í Eysturríki hevur ikki gingið eins væl. Ì mai 1991 taptu vit 0-3 í Salzburg, men tá hevði føroyska liðið nakrar góðar málmøguleikar, og kundi sloppið við einum betri úrsliti. Í 2009 taptu vit 1-3 í Wien, tá Andrias Lava Olsen skeyt eitt gott mál ímóti dystarenda.
Kasakstan og Svøríki
Føroyska fótbóltslandsliðið hevur ongantíð verið í undankappingarbólki saman við Svøríki og Kasakstan. Tað hugaliga er kortini, at vit hava møtt hesum londunum í venjingardystum, har vit hava staðið okkum væl. 27. apríl og 29. apríl í 2003 spældi føroyska fótbóltslandsliðið tveir venjingardystir ímóti Kasakstan á Svangaskarði, og á Tórsvølli. Føroyska liðið vann dystirnar 3-2 og 2-1. Um aldarskiftið spældi føroyska fótbóltslandsliðið ein venjingardyst ímóti Svøríki í einari innandura høll í Væxsjø. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Talan var tó um eitt skert svenskt lið. Tað mest merkisverdiga við hesum dystinum varð, at ein tá minni kendur Zlatan Ibrahimovic spældi sín fyrsta A-landsdyst við svenska A-landsliðnum.
Týskland og Ìrland
Ímóti Týsklandi kunnu vit minnast aftur á tveir minniligar dystir, tá vit vóru í sama EM-undankappingarbólki til EM-endaspælið í 2004. Ì oktober 2002 var Hjalgrím Elttør eina hársbreidd frá at javna til 2-2 á Niedersachsen leikvøllinum í Hannover. Aftaná 2-1 tapið var føroyska liðið klappað út av týsku áskoðarunum, og týsku áskoðararnir heilsaðu kurteisliga og hjartaliga uppá teir 900 føroysku áskoðararnir aftaná dystin. Heima á Tórsvølli árið eftir helt føroyska liðið týsku stórfavorittarnar á pínubeinkinum heilt til dystarenda, tá Týskland knógvaði okkum við tveimum málum seint í dystinum. Jákup Mikkelsen varð ein brandur í málinum, og hann fekk eisini eina stóra viðurkenning frá tí legendariska, týska venjaranum, Rudi Vøller. Til HM-undankappingina í 2006 vóru vit í bólki saman við Ìrlandi, sum tá hevði Brian Kerr sum landsliðsvenjara. Talan gjørdist um tvey ymisk 0-2 tap. Vit høvdu lítið at siga í útidystinum í Dublin, men heima á Tórsvølli vóru vit rættiliga væl við. Nógvir írskir áskoðarar vóru á havnargøtum tá, og teir fara vónandi og væntandi at vísa seg aftur.
Nógv heiðursmerki og HM-endaspøl
Føroyar og Kasakstan kunnu ikki reypa av at hava tikið lut í nøkrum HM-endaspæli. Svøríki, Eysturríki, Ìrland og ikki minst Týskland kunnu vísa á nógvar luttøkur í HM-endaspølum. Týskland hevur eisini eina ógvuliga stolta HM-søgu við trimum heimsmeistaraheitum (1954, 1974 og 1990), fýra silvurheiðursmerkjum (1966, 1982, 1986 og 2002) og fýra bronsuheiðursmerkjum (1938, 1970, 2006 og 2010). Svøríki kann vísa á eitt silvurheiðursmerki (1958) og tvey bronsuheiðursmerki (1950 og 1994), umframt eitt olympiskt gullmerki í 1948. Eysturríki vann bronsu í HM-endaspælinum í 1954. Besta HM-úrslitið hjá Ìrlandi er ein fjórðingsfinala í HM-endaspælinum í 1990. Týskland hevur tikið lut í 19 HM-endaspølum. Undantøkini eru 1930, tá teir ikki tímdu at sigla til Uruguay og 1950, tá teir vóru bannaðir orsaka av seinna heimsbardaga, sum varð lokin í 1945. Svøríki hevur tikið lut í 11 HM-endaspølum, seinast í Týsklandi í 2006. Eysturríki hevur tikið lut í sjey HM-endaspølum, seinast í Fraklandi í 1998. Írland hevur tikið lut í trimum HM-endaspølum, seinast í Suðurkorea og Japan í 2002. Talan er sostatt um lond við stoltum fótbóltssiðum, sum vónandi og væntandi fara at taka fitt av viðhaldsfólkum við sær, sum fara at seta sín dám á. Og hevur ein trekt Týskland, so hevur ein, ið hvussu er skorað ein kassa.