millum myndugleikar, oljufeløg og verkafeløg, soleiðis at vit í felag kunnu virka fyri, at arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum í framtíðini koma at hava sítt dagliga virki í frálandsvinnu, verða bæði góðar [...] neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi. Henda ásetingin verður tikin í álvara. Í vetur hava oljumáladeildin og Vaktar- og bjargingartænastan í felag bøtt um treytirnar fyri at gera seismiskar kanningar [...] løglistanum er tað mín vón at kunna leggja uppskot til løgtingslóg um øki og treytir fyri 1. útbjóðingarumfar fyri løgtingið einaferð eftir nýggjár. Avgerðin um hetta verður tikin í samráð við løgmann
sum fyri stuttum gjørdist landskend við at vera á forsíðuni á SMS-blaðnum, var fyri stuttum við í eini modelkapping í Keypmannahavn. Blaðið ?Alt for Damerne? saman við ?Unique Models? skipaði fyri kappingini [...] ikki at vinna kappingina. Til kappingina vóru yvir 500 gentur, sum høvdu sent myndir inn, og 15 av teimum komu til royndarfotografering. 10 komu viðari til finaluna, har Lív so var ímillum. Vinnarin av [...] myndirnar inn, var í marts í ár. Eitt sindur seinni varð Lív ringd upp av eini kvinnu, sum arbeiddi fyri Alt for Damerne. Hon vildi hava Lív at koma til Danmarkar at royndarfotograferast. Lív fekk so eitt
Fleiri og fleiri føroyingar hava teldu við hús, og hjá teimum flestu er teldan eitt týðandi arbeiðsamboð í gerandisdegnum. Hjá teimum tilkomnu man tað mangan tykjast løgið at síggja, hvussu góðan tel [...] tað lá best fyri hjá teimum sjálvum. Skipanirnar Tær báðar skipanirnar, Heimabankin hjá Føroya Banka og Heimagreiðslan hjá Sparikassanum hava aðrar møguleikar enn bert at flyta pening millum kontoir. Í skipanunum [...] viðskiftafólk hava verið ónøgd við skipanirnar, tí at tað er komið fyri, at ein upphædd er flutt tríggjar til fýra ferðir, ístaðin fyri tí einu ferðina, hon skuldi verði flutt. Í Føroya Banka verður sagt
aráðharri, og hann hevur sitið í útvið seks ár sum umhvørvisráðharri hjá Poul Nyrup Rasmussen. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur Svend Auken enn eitt met: Hann er tann umhvørvisráðharrin í heiminum [...] hevur stórt vald og stóra ávirkan. Væl nøgdur við at vera umhvørvisráðharri ? Men vit sum koma frá teimum smáu londunum mugu líkasum arbeiða okkum fram, sigur hann. ? Eg trívist tí rættuliga væl í hesum
takki Fuglafjarðar Fornminnisfelag fyri at hava litið mær upp í hendur at hava hugleiðingar um ferðir um Skarðið og vil nýta høvið til at takka tykkum so hjartaliga fyri tíðina, eg livdi saman við tykkum [...] stúrdi fyri at ganga hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga ymiskir túrar. Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina [...] Tað var kavi og illsligt veður. Eg tosaði fyrst við Poul Martin á Trøðni, men hann var ikki so væl fyri, hann lá við hálsilsku, bað meg heldur tosa við Alexander Abrahamsen, um hann kundi koma við mær.
Maurentius Viðstein og Petur Mohr Dam. Uttan ótroyttiligt stríð fyri einum betri samfelag hjá teimum báðum slóðarum og øðrum, sum stóðu teimum við lið, so høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum allir [...] er ikki so løgið, helt ein annar fyri, tí vit í Javnaðarflokkinum hava eitt nógv breiðari grundarlag. Vit eru nærmast ein fylking og hava so nógv meiri at stríðast fyri. Javnaðarflokkurin hevur og hevur [...] høvdu vit í mangar mátar eitt primitivt og rátt, kapitalistiskt stættarsamfelag, har lagnan hjá teimum flestu var avgjørd frammanundan. Í dag hava vit eitt framkomið samfelag, har fólkaræði røkkur longur
verið til finaluna. Kostnaður Fyri luttakarnar verður kostnaðurin í ár óbroyttur, kr. 100 fyri fløgu og luttøku. Fyri tey sum koma til tiltakið, verður prísurin kr. 80,00 fyri atgongumerki til økiskappingarnar [...] Meðan kappingin Prix Føroyar er kapping fyri etableraðar bólkar, er og verður songrøddin kappingin har øll kunnu luttaka. Einum nýtist hvørki bólk ella royndir fyri at vera við, eitt sindur av sjálvsáliti [...] fram. Tað, at hendan kappingin er fyri øll hevur eisini verið væl móttikið á útjaðara økjunum í Føroyum, og hevur kappingin verið eitt hæddarpunkt, uttan síðustykki, fyri mangan luttakara seinastu árini
broytingar at verða gjørdar bæði frammarlaga og aftarlaga. Í staðin fyri Jens Martin Knudsen verður Jákup Mikkelsen málverji, og í staðin fyri Jan Dam verður Óli Johannesen aftastur í verjuni. Arnbjørn Danielsen [...] ði móti Spania 4. september 1996. Væl fyri Tá landsliðið í summar var í Estlandi spældi Uni Arge tíggju minuttir, og hann helt ikki sjálvur, at hann var væl fyri. Hann var akkurát byrjaður í Leifti og [...] Tað var sum eftir bókini, at teir vandu eina ferð sunnukvøldið og tvær ferðir mánadagin. Í staðin fyri at venja tvær ferðir í gjár, so vóru føroyingarnir fyrrapartin á bussferð og sóu syrgiligu leivdirnar
ikki rætt at siga, at tað er eitt óroynt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Sarajevo í kvøld. Av teimum seytjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum, eru tað tríggir, sum ongantíð hava verið á landsliðnum [...] kortini ikki burtur, at sammett við so nógvar aðrar ferðirnar, so er samantalda talið á landsdystum hjá teimum, sum í kvøld skulu umboða Føroyar, væl lægri, enn tað hevur verið hesi síðstu árini. Fimm spælarar [...] og stóru avbjóðingina at verja føroyska málið móti stóra áganginum, okkara menn ivaleyst vera úti fyri í kvøld. Nýggir hjálparmenn Petur Elias Petersen hevur verið fastur fúsur at taka sær av klæðunum
triðja dystinum, sum var móti Skotlandi á Svangaskarði, kom Jan Allan inn fyri Jens Erik. Todi Jónsson hevur ikki spælt við í teimum fimm venjingardystunum. Heystið í 1995 spældu Jan Allan og Todi saman [...] ? Jan Allan í Esbjerg, har hann er eykamaður hjá liðnum, sum eftir tey fyrstu umførini liggur væl fyri í næstbestu deildini, og Todi Jónsson í Keypmannahavn, har hann fær viðgerð og luttekur í lættari [...] borið til. Akkurát sum hesa ferð niðri í Bosnia-Hersegovina, so hevur tað fleiri ferðir áður borist teimum báðum undan, men hetta er fyrsta ferðin, at báðir eru burturi í senn. Í 1995 var Jan Allan Müller