? Tað er ikki so løgið, helt ein annar fyri, tí vit í Javnaðarflokkinum hava eitt nógv breiðari grundarlag. Vit eru nærmast ein fylking og hava so nógv meiri at stríðast fyri.
Javnaðarflokkurin hevur og hevur havt sum endamál at skapa eitt betri og rættvísari samfelag. Tí hevur flokkurin bæði virkað á reint politiska økinum, á fakliga økinum, á vinnuliga økinum o. s. fr.
Tá fakfeløg og Javnaðarflokkurin tóku virki sítt upp, høvdu vit í mangar mátar eitt primitivt og rátt, kapitalistiskt stættarsamfelag, har lagnan hjá teimum flestu var avgjørd frammanundan. Í dag hava vit eitt framkomið samfelag, har fólkaræði røkkur longur enn til at seta ein kross fjórða hvørt ár, og har øll hava møguleikar at royna síni evni, og har eingin eigur at verða fyri órætti vegna stætt ella vantandi førleika.
Vit høvdu ikki nátt hetta stig í samfelagsgongdini, um ikki vit høvdu havt stríðsmenn og hugsjónarmenn í javnaðarrørsluni og fakfelagsrørsluni.
Hetta vísti einaferð aftur fyrilestrar og hugleiðingar, sum vóru á ráðstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, sum í vikuskiftinum hátíðarhelt 70 ára politiskt virki á tingi, eins og heiðraði teir báðar slóðararnar - Maurentius Viðstein og Petur Mohr Dam.
Uttan ótroyttiligt stríð fyri einum betri samfelag hjá teimum báðum slóðarum og øðrum, sum stóðu teimum við lið, so høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum allir politiskir flokkar nú góðtaka og næstan eisini verja í dag.
Bara henda støða er eitt dømi um, at aðrir flokkar hava góðtikið stóran part av javnaðarhugsjónini um eitt rættvísari og meiri fólkaræðiligt samfelag.
Kanningar í útlondum hava víst, at eini 60-65 prosent av fólkinum tekur undir við grundtonkunum í javnaðarhugsjónini, so ein javnaðarflokkur, sum dugur at endurnýggja seg og laga seg at tíðarinnar broytingum, skuldi havt allar møguleikar at gjørt seg upp aftur meira galdandi í føroyskum politikki í framtíðini. At Javnaðarflokkurin hevur breidd og styrki prógvaði væleydnaða ráðstevnan um vikuskiftið til fulnar.









