viðgjørdu stýrislimirnir úr Nuuk, Reykjavík og Tórshavn tær 26 umsóknirnar, ið inn vóru komnar, og samtyktu at veita hesum 8 studning: Dansifelagið í Havn fekk 25.000 dkrónur til dansiferð til Reykjavíkar. Hornorkestur [...] konsertarbeiði við tónleikarum úr Tórshavn og Reykjavík. Bragdið úr Tórshavn fekk 15.000 dkrónur til at fyrireika Tórshavnar Marathon í samstarvi við Reykjavíkar Marathon. KaSa ensemblið úr Reykjavík fekk [...] fekk 60.000 dkrónur til eina verkætlan, sum nevnist ?Framtíðar kamartónleikur". Ætlanin er m.a. at bjóða ungum tónleikarum millum 8 og 20 ár til kapping. Vinnararnir luttaka í trimum kamarmusikk-weekendum
fyri Lada bilarnar. Fyritøkan kemur at halda til á Bóndaheyggi 20, har hølir vera innrættaði til endamálið í løtuni. Stjórin í Auto Trade, Jens Pauli Dahl, sigur at fyrstu bilarnir vera her í mars. Talan [...] Hesin motorurin er gjørdur í samstarvi við týsku Porsche bilverksmiðjuna. Prísurin á bilunum kemur at verða umleið 100.000 krónur her hjá okkum. Seinni kemur ein nýggjur Lada Niva jeepur, ið verður gjørdur [...] jeepur við allar trygdarútgerð. Lada Niva, ið verður gjørdur í bæði bensin og diesel útgávum, kemur at kosta umleið 170.000 krónur. Annars eru fleiri nýggjheitir á veg frá Lada. Næsta ár kemur Lada Kalina
Jólahýru Hesi bæði høvdu einki ímóti at eta súpan saman í pyntaðari húgvu, nú tað stundar til jóla. Húgvan er ein hálvur gummibóltur, sum er festur við lastiki niður um øsið. Bólturin er farin í helvt [...] sínum hvølpaspæli. Kira, sum er hálvur labradorur og ein serstakliga fitt tík, spílar eyguni út fyri at fáa sín (stóra) part av kjøt-og mjølbollunum í borðiskinum. Frensurin, Sim, sum er eitt góðdýr, tekur [...] borðiskinum av og á, oftast ein kjøtbolla, men nýtir annars friðin, nú Kira í hesi løtu ikki hevur stundir at spæla "hund" og gera fortreð. Tey bæði einast sera væl í sama húsi, men tað kann vera eitt sindur strævið
er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgdina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann halda ótarnað fram og eisini fyri at slíkar sendingarnar, sum núverandi lógmálaráðharri [...] tíð sama boðskap: Nú báðir tveir eru Hard Core tilhangarar hjá tjóðveldisflokkinum. So manglar bara, at eftir yvirtøkuni av fjølmiðlaábyrgdini verða yndisligu svensku songfuglarnir kveistraðir burtur og
løntakaranum at taka eyka tøk. Verður arbeitt ein tíma ella tveir yvir, verða 57 oyru av hvørjari vunnari krónu inndrigin í skatti, áðrenn lønin verður útgoldin. Motivatiónin, sum átti at ligið í eini [...] uppá tilsamans 123 milliónir krónur yvir tvey ár. Ein partur av hesum skattalætta verður nýttur til at lækka hægsta marginalskattaprosentið frá 37% til 36%. Hetta er avgjørt eitt stig á røttu leiðini. Men [...] bonusskipan, fánar burtur av hesum, tí hvørja ferð løntakarin kýtir seg, fellur skattahamarin. Neyðugt er at lækka skattaprosentið munandi á seinast vunnu krónunum. So hóast nýggi skattastigin hjá Karstini Hansen
stóru hendingunum, sum altíð plaga at savna eina rúgvu av kendum stjørnum saman. Nevniliga Golden Globe virðislønahandanin. Hóast hon ikki er Oscar, so stendur heiðurin av at fáa eina Golden Globe onki aftan [...] of the Rings: The Two Towers, The Hours og The Pianist. Millum leikararnar, sum eru í uppskoti til at vinna ein Golden Globe eru, Jack Nicholson, Leonardo DiCaprio og Daniel Day-Lewis og Nicole Kidman [...] Meryl Streep. Tá tað kemur til sjónvarp, so er tað mest áhugaverda nokk, hvør sending verður kosin at vera tann besta. Tær, sum eru í uppskoti, eru: Innan drama The Sopranos, Alias, Six Feet Under, CSI:
sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Endamálið við sniðhandbókini er at geva øllum pørtum, sum fáast við skelting, eitt felags grundarlag at arbeiða við. Skeltingin skal síggjast sum ein partur av samlaðu [...] kunningini av ferðafólkum, sigur Tórálvur Weihe. Tað er av týdningi ikki at yvirskelta, men at geva ta kunning, sum tørvur er á hjá tí ferðandi. Skipanin umfatar skelti við alment upplýsandi tilfari (eitt
vit halda fram við sama liði, so eru vónirnar til komandi kappingarár góðar, og alt bendir á, at vit fara at hava somu manning eftir summarsteðgin, sigur Bárður. Karmarnir um finaluna sunnudagin vóru annars [...] Tað eydnaðist ikki havnarmanninum Bárði Mikkelsen at gerast danmarksmeistari á hesum sinni. Lið hansara, sum eitur Holte, tapti dyggiliga fyri HIK úr Ålborg, og endaliga úrslitið av finaluna gjørdist 3-0 [...] gott álopsspæl, og vit fingu ongantíð tamarhald á dystinum, sigur Bárður. Væl nøgdur Bárður sigur tó, at teir í Holte eru væl nøgdir hetta kappingarárið. Holte hevur eitt nýtt lið, ið er ein blanding av ungum
Hálsi. Gleðin um hetta var sjálvandi stór, men uppaftur meira spennandi var kanska, at tær við hesum vunnu sær rætt at taka lut í donsku Grand-Prix kappingini. Hetta sum liður í samstarvi millum føroyska [...] føroyska og danska fimleikasambandið. Eingin ivi Sum vera man hevur hetta eggja gentunum til at gera enn meira við venjingarnar, og í farnu viku varð leiðin so løgd til Danmarkar, har danska stórkappingin í [...] fimleikaliðini í Danmark. Fyrsti kappingardagurin var leygardagin, og longu her vóru greiðar ábendingar um, at okkurt heilt serligt var í umbúna, tí karakterirnir hjá havnargentunum vóru væl hægri enn tær, sum
føroysk listafólk, umframt at listafólk úr øðrum londum eisini arbeiða har. Talan er um eina søluframsýning og fáast steinprentini til keyps í avgreiðsluni í Snarskivuni. Høvi er at síggja framsýningina, tá [...] fríggjakvøldið lat ein áhugaverd og fjølbroytt grafisk listaframsýning upp í Snarskivuni, har høvi er at síggja eitt úrval av steinprentum hjá nøkrum av okkara kendastu og virknastu listafólkum umframt steinprent [...] eisini brúkt til listaframsýningar, ið mentamáladeildin skipar fyri. Vanliga er ein nýggj serframsýning at síggja hvønn mánað, og nú er Torgið so karmur um eina grafiska framsýning. Á framsýningini eru listaverk