Grafisk listaframsýning í miðbýnum í Havn

Í sambandi við mentanarnáttina lat ein grafisk listaframsýning upp í Snarskivuni í miðbýnum í Havn

Í góðveðrinum fríggjakvøldið lat ein áhugaverd og fjølbroytt grafisk listaframsýning upp í Snarskivuni, har høvi er at síggja eitt úrval av steinprentum hjá nøkrum av okkara kendastu og virknastu listafólkum umframt steinprent hjá tveimum útlendskum listamonnum.
Snarskivan, ið er avgreiðslan hjá Tórshavnar kommunu, húsast saman við postavgreiðsluni í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum. Forhøllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til listaframsýningar, ið mentamáladeildin skipar fyri. Vanliga er ein nýggj serframsýning at síggja hvønn mánað, og nú er Torgið so karmur um eina grafiska framsýning.
Á framsýningini eru listaverk eftir Zakarias Heinesen, Hansinu Iversen, Bárð Jákupsson, Rannvá Kunoy, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Torbjørn Olsen og Kára Svensson. Útlendingarnir, ið stilla fram eru Per Kirkeby úr Danmark og Jonny Forsstrøm úr Svøríki.
Steinprentini hava listafólkini gjørt á Grafiska Verkstaðnum í Listaskálanum. Í norðara enda á gamla Listaskálanum er innrættaður væl útgjørdur grafiskur verkstaður, har arbeiðast kann við allari grafiskari tøkni. Verkstaðurin er eitt tilboð til føroysk listafólk, umframt at listafólk úr øðrum londum eisini arbeiða har.
Talan er um eina søluframsýning og fáast steinprentini til keyps í avgreiðsluni í Snarskivuni.
Høvi er at síggja framsýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag - fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18.