Tað eydnaðist ikki havnarmanninum Bárði Mikkelsen at gerast danmarksmeistari á hesum sinni. Lið hansara, sum eitur Holte, tapti dyggiliga fyri HIK úr Ålborg, og endaliga úrslitið av finaluna gjørdist 3-0. Settúrslitini vóru 25-22, 25-22 og 25-22.
Eingin ivi var um, hvør betra liðið var, og HIK var eisini stórfavorittur undan finaluni. HIK hevur verið einaráðandi í donskum flogbólti í ár og vann somuleiðis steypafinaluna fyrr í ár, tá Holte eisini var mótstøðuliðið í finaluni.
? Vit taptu móti einum betri liði, hóast settini vóru ógvuliga jøvn. Vit vóru bara ikki nóg neyvir, tá vit skulu vinna teir avgerandi bóltarnar. HIK vísti sera gott álopsspæl, og vit fingu ongantíð tamarhald á dystinum, sigur Bárður.
Væl nøgdur
Bárður sigur tó, at teir í Holte eru væl nøgdir hetta kappingarárið. Holte hevur eitt nýtt lið, ið er ein blanding av ungum og eldri leikarum.
? Um vit halda fram við sama liði, so eru vónirnar til komandi kappingarár góðar, og alt bendir á, at vit fara at hava somu manning eftir summarsteðgin, sigur Bárður.
Karmarnir um finaluna sunnudagin vóru annars góðir. 1450 áskoðarar vóru til dystin, sum varð spældur í Århus Arena. Stóra ítróttarrásin Viasat Sport vísti eisini dystin beinleiðis í sjónvarpinum.