Golden Globe handanin nærkast

Hollywood ger seg kláran til eina av teimum heilt stóru hendingunum, sum altíð plaga at savna eina rúgvu av kendum stjørnum saman. Nevniliga Golden Globe virðislønahandanin. Hóast hon ikki er Oscar, so stendur heiðurin av at fáa eina Golden Globe onki aftan fyri Oscar standmyndina.
Uppskotini til eina Golden Globe eru í tveimum høvuðsbólkum, sjónvarp og filmar. Í bólkunum eru so aftur teir ymisku undirbólkarnir, har vinnarin so verður kosin.
Fimm uppskot eru til besta filmin og teir eru: About Schmidt, Gangs of New York, The Lord of the Rings: The Two Towers, The Hours og The Pianist.
Millum leikararnar, sum eru í uppskoti til at vinna ein Golden Globe eru, Jack Nicholson, Leonardo DiCaprio og Daniel Day-Lewis og Nicole Kidman, Salma Hayek og Meryl Streep.
Tá tað kemur til sjónvarp, so er tað mest áhugaverda nokk, hvør sending verður kosin at vera tann besta. Tær, sum eru í uppskoti, eru: Innan drama The Sopranos, Alias, Six Feet Under, CSI: Crime Scene Investigation og The West Wing, meðan tær innan skemt eru: Curb Your Enthusiasm, Friends, Sex and the City, The Simpsons og Will and Grace.
Hvør verður besti filmur, og hvør fer heim við einari Golden Globe verður greitt, tá handanin fer fram í Beverly Hilton Hotel tann 19. januar.