Hundur og ketta við sama borð...

Á jólum er friður - eisini millum hund og kettu

Jólahýru 

Hesi bæði høvdu einki ímóti at eta súpan saman í pyntaðari húgvu, nú tað stundar til jóla. Húgvan er ein hálvur gummibóltur, sum er festur við lastiki niður um øsið. Bólturin er farin í helvt, tí hundurin hevur tugt hann so til við sínum hvølpaspæli.
  Kira, sum er hálvur labradorur og ein serstakliga fitt tík, spílar eyguni út fyri at fáa sín (stóra) part av kjøt-og mjølbollunum í borðiskinum.
  Frensurin, Sim, sum er eitt góðdýr, tekur tað meira róligt. Hann "snubbar" sær ein bita upp úr borðiskinum av og á, oftast ein kjøtbolla, men nýtir annars friðin, nú Kira í hesi løtu ikki hevur stundir at spæla "hund" og gera fortreð.
  Tey bæði einast sera væl í sama húsi, men tað kann vera eitt sindur strævið hjá Sim viðhvørt, sum bara er ein stórur kettlingur.
  Kira er ikki ársgomul enn og spælir við Sim meginpartin av degnum - sum við eina ullinta "dukku". Gerst spælið alt ov harðligt, kemur fyri, at klórnar á Sim stinga undan, og tá "grætur" Kira sum eitt barn - og verður meira ansin.
  Eru tey úti, og hundurin er í bandi, rýmir Sim sjáldan frá Kiru.
  Eitt sera fitt "par" á 8 beinum...