ágóða. SUM smátjóðir - men kortini við nøkrum av heimsins ríkastu økjum - hava vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir [...] eina nýggja øld - og tað eisini við einum nýggjum grønlendskum leiðara, sum eisini hevur drúgvar royndir frá fortíðini - er tað spurningurin, um vit ikki áttu at sett út í kortið av nýggjum - vinnunuliga [...] brúka orð sum samvinna og samstarv. Uttan ítøkiligt innihald eru tað bara innantóm og einkisigandi orð. Hetta mugu vit til at gera nakað við. Vit mugu til at geva hesum orðum kjøt og blóð - vit føroyingar
Ella hóvar tær tað fínt, at tað syndarliga syndrið, sum er eftir av hesi rutu, eisini syndrast? OG loksins - hvussu við tippiningini og tí málinum! Vit minnast, hvussu Sámal Petur í Grund mundi verið útblakaður [...] eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum, soleiðis at m.a. føroyingar, sum vinna, skulu kunna fáa somu sømdir sum danir, ið spæla við. TÁ [...] málsøkjunum og málunum, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund umsat! Hetta er ein áhugaverdur og sera relevantur spurningur at seta - ikki minst løgmanni, sum jú yvirtók tey kanska mest
løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land [...] juli í ár hava bretar innsæð, at krav teirra kundi ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú [...] kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so
nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. [...] , embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum, kann [...] verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki. VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum ikki trygg við Nyrup og hansara fólk, nú tónin
avgerð bróta vit ein aldargamlan sið. Og tí verða tað helst nøkur, sum ikki fegnast við okkum um hesa avgerð. Tað verður harvið. Vit halda, at tíðin er búgvin til, at ikki bert vit, men eisini øll onnur bløð [...] vandamál ella hvat tað nú skal vera. Harvið fáa vit eisini lýst eitt mál frá fleiri síðum. Vit kunnu entá fáa móttakaran av einum dulnevndum lesarabrævi, sum ikki svarar dulnevndum aftur, til tvørturímóti [...] skógvarnar. Kanska vit á fjølmiðlunum eisini skulu taka í egnan barm, kanska eru vit við til at varðveita orðaskifti á slíkum støði við at loyva dulnevndu lesarabrøvunum! Og kanska vit við at banna hesum
er tað eitt heilt nýtt løgting, sum skal viðgera og eisini standa til svars fyri sínum gerðum. At skula avgreiða hetta stórmál nú, er einki minni enn hasardspæl, sum eisini eitt av teimum nýggju og ungu [...] ráðgeva, sum sigst vera fyrrverandi formaðurin í sambandsflokkinum, hevur alla tíðina verið at útseta samráðingarnar við danir sum longst, men tó ikki longur enn so, at hesar skuldu brúkast sum partur av [...] at fáa sum mest burtur úr til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit sum samgon
n hava staðið væl um sátt hava vit vitað leingi. Og at hesir flokkar ætla sær at samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini. Men at tveir flokkar kunnu vera [...] so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- og skuldarmálinum - tað hevði fáur torað at droymt um. TAÐ var einaferð ein løgmaður, sum segði, at vit føroyingar áttu at standa saman [...] og fjaldi seg. Men hvat ger hann. Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð, at proklamera seg av nýggjum sum samráðingarleiðara. Eftir at hava koyrt alt í ein ellibita
heimi, og tað var tí greitt, at so skjótt sum ringastu brotasjógvarnir høvdu lagt seg, var neyðugt at lækka skatt, minka fíggjarognaravgjald o.s.fr. Hetta varð eisini gjørt fyrst í hesum valskeiði, tá jav [...] fólkaflokkurin ikki, um solidariteturin skal valda, men setir í staðin brúkaragjøld á tænastur, sum vit í dag bera kostnaðin av í felag. Og nýliberalistarnir í sambandsflokkinum gloypa óivað fólkaflok [...] fólkafloksmonnum og tí ný-upprisna Dagblaðnum, hvussu nógv fólkaflokkurin hevur lækkað skattatrýstið. Og sum altíð eru Dagblaðið og stavnamaðurin bílig í grundgevingum. Nú verður batnaða støðan í dag sammet við
førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan persón, sum umframt at hava greiðar politiskar meiningar eisini brúkar teir bestu ráðgevararnar og letur fólkini, sum eru sett til tær [...] leið síni við honum sum skipara. ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum [...] til. Nettup hetta at hesi úttalilsi koma frá næstu monnum løgmans, teimum, sum hann er í flokki saman við, ger, at vit onnur, sum ikki hoyra til henda flokk, eiga at taka tey so mikið meira alvorliga. Orð
skulu í fólkatinginum í framtíðini - eisini avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi. Tað eru sanniliga ikki hesi fólk, ið ein javnaðarstjórn, sum sigur seg vilja Føroyum væl, eigur at heinta sín stuðul [...] ein so framstandandi persónur í donskum politikki og nú eisini stuðul hjá stjórnini, ber seg fram á nærum kolonialistiskan hátt móti føroyingum. Vit hava heldur ikki gloymt orð hennara við eitt danskt blað [...] poitikarar. Teir borgarligu, sum jú eru tætt knýttir at Óla Breckmann, vilja gera alt fyri at hála teppið undan Eidesgaard. Tað vera so teir um. Men tað er við ikki sørt av bangilsi, at vit ásanna, at so týðandi