við tann norska laksin, so er hann ikki líka so feitur. Har eru eftir mínum tykki for nógv feitt í tí norska. Eg rokni ikki við, at føroyski laksurin hevur havt tað serliga nógv betri enn tann norski. Tað [...] ja. Um eg havi norskan laks á plakatini, jamen so selji eg ikki laks. Simpulthen. Tað geri eg ikki. ##med3## – Eg dugi ikki at siga, hví kundarnir hava so sterka meining um tað. Men eg fái heilt einfalt [...] teljast millum heimsins besta fisk. Men tað skal ikki seljast í Danmark. So skal tað vera fryst, men eg selji ikki frystan fisk. So nei takk, sigur hann. – Eg verði noyddur at halda meg til danska fiskin
Tað stóð nógv á hjá Sev í Suðuroy í gjárkvøldið. Klokkan var farin á klokkan fimm seinnapartin í gjár, tá ið øll Suðuroy brádliga misti streymin. Les eisini: Suðuroyggin er myrk Tað tók eina góða løtu [...] beinanvegin. Les eisini: Eldur í Vágsverkinum Les eisini: Nú lýsir aftur í Suðuroynni Men brekið var so mikið álvarsligt, at SEV mátti senda eina heila manning suður við tyrluni at hjálpa til at fáa við
: Les meiri um tað HER Men nú hevur Rættarnevndin so eina góða viku afturat at avgreiða málið, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið, har tað so skal atkvøðast um tað. Talan er um eitt ógvuliga umstrítt [...] Tað var longu tann 21. august, at hon legði uppskot fyri Løgtingið um hetta, men enn røkist ikki nógv fyri, at tað verður avgreitt. At fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti ber í sær, at ein kvinna, ið følir [...] sjálvsagt galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann. Les eisini: Uppskot lagt fyri Løgtingið: Fólk skulu sleppa at skifta kyn Uppskotið var ikki til viðgerar í Løgtinginum fyrr enn góðar tveir mánaðir
tí tær høvdu givið Føroya fólki kunnleika um veruleikan, sum er, at tað vitja nógv fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Men so hendir tað undrunarsama og ófrættakenda, at av onkrari orsøk eru hesi tøl tikin [...] - Eg eri ógvuliga vónbrotin! Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Og tað, hann er so vónbrotin av, er tann nýggja menningarætlanin, sum nú er løgd fyri sjúkrahúsini í Føroyum, og sum var [...] og 2014 varð virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahús skert, tí at tað varð umbygt. - Sum eg dugi at síggja, so verður einki upplýst um hetta í álitinum og tað er ein stórur feilur, sigur Jógvan Skorheim. Hann leggur
m, at fáa avtalu í lag við filmsframleiðaran, sum hevur umvælt filmarnar, so teir kunnu vísast aftur fyri føroyingum eftir so mong ár. Tað var filmsframleiðarin Miguel M. Hidalgo, sum saman við konu síni [...] ein prest, ið forelskar seg í eini 15 ára gamlari gentu – eitt heldur viðkvæmt evni, sum argaði nógv fólk tá. Páll Fangi var ein filmatisering av gomlu føroysku søgnini um uppreistrarmannin Páll Fanga, [...] sum í fjør fekk eina avtalu í lag við Miguel M. Hidalgo um, at hann letur Mentamálaráðnum filmarnar, so teir kunnu verða varðveittir fyri eftirtíðina her í landinum sum søguligur mentanararvur hjá føroyingum
Spurningurin er so, um teir, sum standa aftan fyri føroyska fiskiskipaflotan, í nóg stóran mun hava brúkt høvdið síðan henda dag. Stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk, heldur, at nógv kundi havt verið [...] miljón. - Í samfelagsvirðum fer ein hálv miljón fyri skeyti - bara henda eina túrin. Hevði livurin so eisini verið tikin, hevði hon havt eitt útflutningsvirðið á aðrar 200.000 krónur. Her eru tískil virðir [...] Hetta hevði eisini verið við til at stabiliserað virksemið og gjørt, at vit kanska kundu tikið eini 70 fólk aftrat til arbeiðis Hann vísir á, at um lóggivið verður, er bert ein spurningur um tíð, til brota
- Landsstýrið hevur tikið sær rættin til at samráðast um Eysturoyartunnilin vegna føroya fólk, men satt at siga havi eg ilt við at skilja, at úrslitið ikki bleiv frægari. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, [...] smálutirnar í sáttmálanum millum landsstýrið og privata íleggjaran. Men tað eru tað sum skilst heldur ikki nógv onnur, ið gera. Tíverri. Men tað, ið er komið alment fram, fær meg bæði at undrast og ørkymlast, sigur [...] av íløguni, samstundis sum landskassin sjálvur kann læna pengar fyri minni enn tvey prosent í rentu, so er tað at eg reisi spurningin, um landsstýrið nú eisini røkir áhugamálini hjá landsins borgarum, sigur
broyta veiðilógina, so at tað skal verða loyvt at skjóta grágæs. Hann kallar hetta eina høpisleysa týning av grágásini. Sjúrður Hammer sigur, at páhaldið um, at grágásin etur so nógv gras, at talan er um [...] okkum, sum eitt land, ið er Unspoiled, Untamed og Undiscovered. Endamálið er at økja um ferðavinnuna, so at hon meiri enn tvífaldast og kastar eina milliard av sær longu í 2020. Samstundis leggja vit dent [...] grágæs verða skotnar og ungar liggja og sløðast deyðir í hungri, sigur Sjúrður Hammer. Hann vónar, at fólk í samgonguni, sum bæði hava moralskan ans fyri náttúruni, og sum eisini duga at síggja tað búskaparliga
tey hava verið á, tá tøvurin var øðrvísi, so er tað sjálvandi ein avgerð, sum má virðast. Men tá skylda okkara ráðandi fólk at siga okkum, hvussu nógv vit gjalda fyri hesa skipan í mun til tað, sum [...] lokala sjúkrahúsinum, gremur seg um, at hann einki hevur at gera – og at hann saktans kann taka sær so at siga øllum urologisjúklingum, sum eru. Men tað sleppur hann ikki. Hann sigur, at tað kemur [...] skerst ikki burt, at vit mugu húsast við tí, sum vit hava. Og tá vit hava okkara egnu serlæknar, so gevur tað sjálvandi onga meining at keypa somu serfrøði úr Danmark fyri at røkja uppgávuna á einum
til, hvussu Fólkaflokkurin setir hetta roknistykkið upp, so merkir tað, at tað verða 57 miljónir færri í kommunukassanum. Er hetta ætlanin, so má Fólkaflokkurin eisini siga fólki, hvørjar íløgur ikki skulu [...] ikki annað enn bíligt valagn og tóm lyfti hjá býráðspolitikkarum at geva. Vanlig fólk vita, at skalt tú gjalda meira út, so mást tú antin hava meira inn ella fremja sparingar og íløgusteðg. Og tað er avgjørt [...] hækkast – tvs at vit tosa um eina minniinntøku í kommunuskassan á meira enn 57 miljónir krónir – hvussu nógv meira sigur hann tó ikki nakað um. Eg havi frammanundan víst á, at býráðið ikki kann gera nakað sum