Sendu fólk til Suðuroyar at hjálpa

Umvælingin var liðug nakað eftir midnátt

Tað stóð nógv á hjá Sev í Suðuroy í gjárkvøldið. Klokkan var farin á klokkan fimm seinnapartin í gjár, tá ið øll Suðuroy brádliga misti streymin.

 

Les eisini: Suðuroyggin er myrk

 

Tað tók eina góða løtu at fáa streymin aftur í einum parti av oynni. Men gleðin var stokkut og streymurin fór aftur beinanvegin.

 

Les eisini: Eldur í Vágsverkinum

Les eisini: Nú lýsir aftur í Suðuroynni

 

Men brekið var so mikið álvarsligt, at SEV mátti senda eina heila manning suður við tyrluni at hjálpa til at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.

 

Trýst á pílin undir greinini og hoyr Jón A. Nielsen, vararakstrarleiðara hjá SEV, greiða frá, hvat tað var, sum hendi