Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um

Nú er freistin longd fyri triðju ferð

Tað gongur heldur strilti hjá Løgtinginum at avgreiða uppskotið frá Sonju Jógvansdóttir um at loyva fólki at fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Tað var longu tann 21. august, at hon legði uppskot fyri Løgtingið um hetta, men enn røkist ikki nógv fyri, at tað verður avgreitt.

 

At fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti ber í sær, at ein kvinna, ið følir seg, sum ein mann, skal kunna skráseta seg í øllu formligum skjølum, sum ein maður, og at fáa pass, p-tal, og onnur skjøl, sum ein maður. Og tað sama er sjálvsagt galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann.

 

 

Les eisini: Uppskot lagt fyri Løgtingið: Fólk skulu sleppa at skifta kyn 

 

 

Uppskotið var ikki til viðgerar í Løgtinginum fyrr enn góðar tveir mánaðir seinni, ella tann 6. November, og tá varð tað beint í Rættarnevndini hjá Løgtinginum til nágreiniligari viðgerð. Og har hevur tað ligið líka síðani.

 

Annars hava nevndir ein mánað at avgreiða eitt mál, men hóast hetta hevur tað ikki eydnast at avgreiða málið upp á tríggjar og ein hálvan mánað. Tí hevur Rættarnevndin verið noydd at biðja løgtingsformannin um at fáa longda freist til at avgreiða málið.

 

 

Les eisini, at Ingolf S. Olsen ikki skilir framferðina: Hann skilir ikki framferðina hjá Sonju Jógvansdóttir

 

 

Og nú hevur nevndin fingið freist til 4. mars at avgreiða málið og tað merkir, at nú hava tey eina góða viku av avgreiða málið í. Rættarnevndin sigur, at ein orsøk til, at tað ikki hevur eydnast at avgreiða málið, er, at summi av teimum, sum eru boðsend at koma í Rættarnevndina at siga sína hugsan, hava givið avboð, tí eru øll tey ikki hoyrd, sum nevndarlimir vilja hoyra meiningina hjá.

 

 

Eisini Helena Dam á Neystabø heldur, at hon hevur gjørt ov skjótt av: Les meiri um tað HER

 

Annars hevur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin, mett, at samgongan fer ikki at tora at avgreiða hetta málið, nú so stutt er eftir av valskeiðnum, tí at løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31. august.  Hinvegin ivast hann ikki í, at verður verandi samgonga sitandi eftir valið, fer hetta málið at verða eitt tað fyrsta málið, hon fer at avgreiða.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, stúrir fyri avleiðingunum: Les meiri um tað HER

 

Men nú hevur Rættarnevndin so eina góða viku afturat at avgreiða málið, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið, har tað so skal atkvøðast um tað. Talan er um eitt ógvuliga umstrítt mál, og tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, var tað eisini langt ímillum tey tingfólkini, sum tóku undir við tí.

 

Hinvegin hevur mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International gjørt greitt, at tey stuðla uppskotinum. Les meiri um tað HER