Føroyingar lúgva fyri útlendskum ferðafólki

Tað er stórt ósamsvar ímillum, hvussu vit bera okkum at og, hvussu vit royna at selja Føroyar uttanlands

- Tað er mark fyri, hvussu leingi føroyingar kunnu lúgva fyri útlendskum ferðafólkum um okkara villu, reinu náttúru.

 

Tað heldur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur og virkin í Fuglafrøðifelagnum.

 

Hann øtast um, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta veiðilógina, so at tað skal verða loyvt at skjóta grágæs.

 

Hann kallar hetta eina høpisleysa týning av grágásini.

 

Sjúrður Hammer sigur, at páhaldið um, at grágásin etur so nógv gras, at talan er um stóran fíggjarligan miss hjá bóndum, byggir ikki á haldgóða vitan og gransking.

 

- Landstýrismaðurin sær eftir øllum at døma burtur frá granskarum, stovnum og feløgum, sum eggja til størri skynsemi viðvíkjandi Føroysku náttúruni, sigur hann.

 

Men fíggjarligu áhugamálini rópa harðari enn allar náttúrurøddir í Føroyum, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at føra okkum fram, uttanlands sum eitt óspilt náttúruferðavinnumál.

 

Uttanlands brúka vit nógvan pening upp á branda okkum, sum eitt land, ið er Unspoiled, Untamed og Undiscovered.

 

Endamálið er at økja um ferðavinnuna, so at hon meiri enn tvífaldast og kastar eina milliard av sær longu í 2020.

Samstundis leggja vit dent á, at fáa tey ferðafólk higar, sum hava áhugað í náttúru.

 

- Hetta ljóðar skilagott, men hetta stendur í beinleiðis andsøgn við føroyskan náttúrupolitikk -ella mangulin uppá tað sama. Og grágásin er bara feskasta dømi um skilaleysan náttúrupolitikk í Føroyum, sigur Sjúrður Hammer.

- Eg kundi eisini nevnt ránsveiðuna av náta seinastu árini sum eitt dømi um fyrilitsleysa atferð mótvegis náttúruni, leggur hann afturat.

 

-Tað er eitt týðiligt ósamsvar ímillum, hvussu vit fara við náttúruni í Føroyum, og hvussu vit royna at selja hana úteftir.

 

- Samstundis sum vit hava eina romantiska uppfatan av, hvussu vit liva tætt saman við náttúruni, týna og troyta vit nógvar ymiskar fuglastovnar í Føroyum fullkomiliga uttan nakað skil ella fyrilit.

 

Lívfrøðingurin sigur, at vísa vit ikki størri ansni og ábyrgd fyri náttúruni, kunnu vit ikki vænta at draga tey ferðafólkini, sum leggja í náttúruna, til Føroya.

 

- Tað er avmarkað hvussu leingi vit kunnu lúgva fyri ferðafólki um okkara villu reinu náttúru, tá grágæs verða skotnar og ungar liggja og sløðast deyðir í hungri, sigur Sjúrður Hammer.

 

Hann vónar, at fólk í samgonguni, sum bæði hava moralskan ans fyri náttúruni, og sum eisini duga at síggja tað búskaparliga skilagóða í at fara væl við náttúruni, fara at fella ætlanina um at geva loyvi til at skjóta grágás.

 

Og tað er í morgin fríggjadagin, at Løgtingið fer at viðgera málið um at loyva at skjóta grágás. 

 

Les eisini: Høpisleys týning av grág - ein image trupulleiki fyri Føroyar sum “unspoiled” náttúruferðavinnumál