Eg eri ógvuliga vónbrotin

Tað er ein óhugnalig mótstøða ímóti sjúkrahúsinum í Klaksvík

- Eg eri ógvuliga vónbrotin!

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

Og tað, hann er so vónbrotin av, er tann nýggja menningarætlanin, sum nú er løgd fyri sjúkrahúsini í Føroyum, og sum var liðug fyrr í vikuni.

 

Borgarstjórin í Klaksvík, sum eisini var í politiska fylgibólkinum, sum varð settur í sambandi við menningarætlanina, heldur, at hon er eitt dømi um ta óhugnaligu mótstøðuna, sum er ímóti sjúkrahúsinum í Klaksvík

 

Og hann hevur onki álit á ætlanini, tí hansara páhald er, at í menningarætlanini verða enntá skeiv hagtøl, brúkt fyri at koma Klaksvíkar Sjúkrahúsið í ringt orð, og harumframt eru summi hagtøl ikki tikin við.

 

 - Upprunaliga vóru fleiri talvur um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við, sum vísa tað stóra virksemi, sum fer fram har. Her hugsi eg um talvur um tað ambulanta virksemið og um virksemið hjá røntgendeildini og á rannsóknarstovuni.

 

Tær eru ógvuliga týðandi at hava við í álitinum, tí tær høvdu givið Føroya fólki kunnleika um veruleikan, sum er, at tað vitja nógv fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

- Men so hendir tað undrunarsama og ófrættakenda, at av onkrari orsøk eru hesi tøl tikin burtur úr tí endaliga tilmælinum. Orsøkina kunnu vit bara gita um, og tað er einki hugaligt og als ikki nøktandi, sigur Jógvan Skorheim.

 

 

Hann vísir eisini á, at bæði í 2013 og 2014 varð virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahús skert, tí at tað varð umbygt.

 

- Sum eg dugi at síggja, so verður einki upplýst um hetta í álitinum og tað er ein stórur feilur, sigur Jógvan Skorheim.

 

Hann leggur afturat, at tølini fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eru eisini skeiv. Millum annað eru hagtølini fyri kirurgisku deildina, deild A, ikki við fyri árini 2013, 2014 og lutvíst 2015. Hinvegin hevur hann eisini varhugan av, at tølini fyri Landssjúkrahúsið eru sminka fyri at geva fólki eina fatan av, at virksemið er størri enn tað í roynd og veru er.

 

- Men tað ger kanska einki, tí tað styrkir jú bara um endamálið, sum er at miðsavna alt í Havn, spyr hann.

 

 Jógvan Skorheim hevur illgruna um, tað er tann læknaliga leiðslan á Landssjúkrahúsinum, ella í serlæknafelagnum, sum er sloppin framat at føra pennin, tí nøkur viðurskifti, sum eru í menningarætlanunum, eru viðurskifti tey hava ført fram frammanundan.

 

Jógvan Skorheim heitir samstundis inniliga á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at hugsa seg um, men hann stúrir kortini fyri, at hon letur seg kroysta.

 

Tí heitir hann á Løgtingið um at fylgja væl við og ikki lata avgerðirnar byggja á eina einvegis ráðgeving. 

 

Trýst HER og les meir um, hvat borgarstjórin í Klaksvík, og limurin í politiska stýrisbólkinum heldur um støðuna