- Landsstýrið hevur tikið sær rættin til at samráðast um Eysturoyartunnilin vegna føroya fólk, men satt at siga havi eg ilt við at skilja, at úrslitið ikki bleiv frægari.
Tað sigur Jørn Astrup Hansen, sum í tveimum førum hevur verið bankastjóri í Føroyum og hevur verið formaður í Búskaparráðnum. Hann setir stórt spurnartekin við, um landsstýrið í heila tikið røkir áhugamálini hjá landsins borgarum.
- Lat meg beinanvegin sláa fast, at eg kenni ikki allar smálutirnar í sáttmálanum millum landsstýrið og privata íleggjaran. Men tað eru tað sum skilst heldur ikki nógv onnur, ið gera. Tíverri. Men tað, ið er komið alment fram, fær meg bæði at undrast og ørkymlast, sigur Jørn Astrup Hansen.
Mongu ára royndirnar á ovastu rók í føroyska bankakervinum hava, saman við formanssessinum í Búskaparráðnum, givið Jørn Astrup Hansen stórt og neyvt innlit í føroyskan búskap og samfelagsviðurskifti sum heild. Av síðulinjuni rópar hann nú varskó:
- Landsstýrið er í ferð við at geva einum privatum íleggjara rætt til at krevja inn avgjald frá landsins borgarum í 30 til 50 ár. Tað er í sjálvum sær undrunarsamt. Og tá man samstundis hoyrir, at privati íleggjarin skal hava eini 10 prosent í avkasti av íløguni, samstundis sum landskassin sjálvur kann læna pengar fyri minni enn tvey prosent í rentu, so er tað at eg reisi spurningin, um landsstýrið nú eisini røkir áhugamálini hjá landsins borgarum, sigur Jørn Astrup Hansen og heldur fram:
- Her er ikki talan um eitt OPP-modell, har tað almenna og privata ganga saman um eina íløgu. Her verður alt latið upp í hendurnar á tí privata, tá sáttmálin er undirskrivaður.
Sambært fyrrverandi bankastjóranum og formanninum í Búskaparráðnum er leikluturin hjá landsstýrinum rættuliga sermerktur í hesum málinum.
- Tað tykist sum er landsstýrið reelt úti úr myndini, so skjótt sáttmálin um tunnilin er undirskrivaður. Tá hevur landsstýrið ongan annan leiklut enn at halda íleggjaran leysan av møguligum eyka útreiðslum í samband við lógarbroytingar og herd krøv av ymsum slag. Øll verkætlanin er hinvegin latin upp í hendurnar á privata felagnum at gjøgnumføra.
Tað, ið hóvar Jørn Astrup Hansen lítið, er at landsstýrið eftir hansara tykki fer so lætt um uppgávuna.
- Landsstýrið handlar vegna borgaran. Og tá undirskriftirnar eru settar á sáttmálan, gerst hann ein sáttmáli millum privata felagið og borgaran, ið jú skal brúka tunnilin. Tí hevur tað týdning, um íløgan í tunnilin skal forrentast við 10 prosentum ella tveimum prosentum. Tað verður jú avgerandi fyri prísin, ið borgarin skal rinda fyri at brúka tunnilin næstu 30 til 50 árini, sigur Jørn Astrup Hansen við Sosialin.
Longri samrøða við Astrup er finna í Sosialinum í dag.