galdandi í stóran mun í Føroyum eisini. SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta [...] straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal tí vera okkara inniliga áheitan á allar okkara [...] apostlarnar ella almennu bussarnar. Latið okkum enda hetta árið víð at vísa, at vit hóast alt eiga eina ferðslumentan, sum sømir seg einum upplýstum og siviliseraðum fólki.
Føroyum. Føroyingar eru kendir gestablíðir, og tað fara vit eisini at verða, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan, hóast brotasjógvarnir - eisini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin mangan hava verið [...] verið harðir. Poul Nyrup Rasmussen skal tó vita, at honum verða settir nógvir spurningar, sum uttan iva eisini vera nærgangandi um viðurskifti, ið viðvíka bankamálinum og um leiklut hansara í hesum sambandi [...] trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum formumi, sum ein ríkisfundur er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru
ásanna vit og royna eisini at taka í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta mál, sum vit á Sosialinum hava sett okkum. VIT eru longu komnir nakað áleiðis. Sum fyrsta [...] 1998 fer í so máta eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu tó siga so mikið sum, at vit fara at brúka meiri [...] málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava vit verið noydd til at taka út úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur
Hinvegin er tað eisini umráðandi at fáa minni turbulent politisk viðurskifti og til tess er helst neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur [...] politikarum, sum hann hevur ?tveitt? út í kuldan! HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi [...] hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum
hann sera ópoppuleran. TAKA vit t.d. alt málið viðvíkjandi Skotlandssiglingini, og brúka tað sum barometur, so vilja tað vera mong, sum fegnast og halda, at SPÍG liggur, sum hann hevur reitt. Hetta málið [...] Fimmara - í fjølmiðlunum sum heild. Ein av teimum, sum hevur arbeitt við stýrisskipanarlógini sigur við Sosialin, at løgmaður helst er lopin framav, tá hann uttan so mikið sum at tosa við formannin í [...] niðurundirkomin ella ei, so var tað landsstýrismaðurin, sum lorkaði okkum Skotlandssiglingina av hondum, eina sigling, sum framtíð kundi verið í, men sum varð steðgað av berum stuttskygni. Hetta eigur sjál
bara tann, at hendan broyting hendir ov seint, um vit ikki framskunda hana. Taka vit grannalond okkara, Danmark, Noreg og Svøríki, so eru tey fremri enn vit, tá tað kemur til javnstøðu. Í Norska Stórtinginum [...] broytingaruppskot, sum leingir barnburðarfarloyvi hjá monnum 100% - frá tveimum til fýra vikur! Rúna Sivertsen kann tosa so háandi um »reyðsokkar, sum múlabinda og tvinga kvinnur«, sum hon vil. Eftir stendur [...] neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða »kroystir« at seta kvinnur í nevnd ella ráð, har onkur maður frammanundan »átti« sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki
alsamt minkar í fleiri bygdum og býum, letst landsstýrið ikki um vón. VIT menna ikki føroyska samfelagið, um vit ikki eisini menna útjaðaran. Útoyggjarnar og útjaðarin er sereyðkenni fyri Føroyar. Har liva [...] lønandi rakstri. Seinastu árini er flokkurin tí eisini skuldsettur fyri at hava lagt flakavirki á hvørjum tanga, tí nú gongur rákið ímóti at hava so fá virki sum gjørligt. Hugtakið »bygdamenning« er vorðið [...] vinnuligum virksemi, men sanniliga eisini við betri tænastuveitingum. EITT er at leggja almennar stovnar út. Eitt annað er at stovna ein nýggjan menningargrunn, sum bara lænir til útjaðaran. Eitt triða
Føroyar hevur henda løtan eisini nógv at siga. Hon boðar frá, at Atlantsmótið, sum Føroyar eisini eru partur av, nú er ein av heimsins oljuprovinsum. HETTA hendir nærum samtíðis sum oljan er farin at flóta [...] hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta fær okkum eisini at minna bretar á, at [...] DAGURIN 26. november fer í søguna sum dagurin, tá skjøtil varð settur á oljuvinnuna í Norðuratlantshavi ella í økinum, sum vit hava valt at kalla Atlantsmótið. KLOKKAN hálvgun trý hósdagin varð fyrsta
gerast eftirbátar. Vit fáa A-borgarar og B-borgarar. Vit fáa A-fyritøkur og B-fyritøkur. Tað er tí neyðugt at økja og styrkja telduundirvísingina í skúlunum, men samstundis eiga vit tryggja, at hetta ikki [...] setir eisini stór krøv til vinnulív og samfelag. Sosialurin tekur nú stigið inn í KT- og fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við [...] landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar, men tað
umheiminum og teimum áhugamálum, sum stóru altjóða oljufeløgini umboða. Tað er greitt, at vilja vit hava nakað burtur úr hesi vinnu, so mugu vit eisini síggja til at skapa umstøður, sum vilja tiltrekkja oljufeløgini [...] fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið óneyðugt. Tí oljufeløgini, sum vit fegin síggja brúka pengar til at [...] viðgjørdu tað sum eitt tvørpolitiskt mál - við tí endamáli at koma til eitt úrslit, sum øll taka undir við og stuðla. Tess meira spjaddir og ósamdir vit standa innanhýsis, tess veikari koma vit at standa mótvegis