samrøður og innsløg verða gjørd. Og tá jokarar sum Vestmannabjørgini, Gjógv, Kirkjubø og onnur støð eru við, eru møguleikarnir fyri útlendskum áhuga góðir. Eurosport vil eisini sleppa at senda, og kappingin [...] almenna mátti havt áhuga í at verið við. Men vit kunnu bara staðfesta, at tey hava als ongan áhuga víst fyri okkara tiltakið, sigur hann. Ryggurin í lagi nú Tað kostar um hálva millión at skipa fyri kappingini [...] í Havn á ólavsøku. ? Býráðið í Havn hevur veitt okkum eina hjálpandi hond, men restin av stuðlunum eru allir privatir, sigur Høgni Mikkelsen, sum fyrireikar kappingina Atlantic Giant saman við Regini Vágadal
sáttmálan í gildi. Sáttmálin varð smoygdur niðurum høvdið á okkum. Føroya Handverkarafelag visti, at vit vit tóku ikki undir við einum fýra ára sáttmála. Somuleiðis vistu bæði Føroya- og Havnar Handverksmeistara [...] Føroya Handverksmeistarafelag, eftir at allar aðrar royndir at loysa málið eru miseydnaðar Tað er so groft, tað, sum er hent, at vit hava skyldu, eisini moralska skyldu, til at stevna, sigur formaðurin í [...] , sigur Eyðfinn Petersen formaður í Havnar Handverkarafelag. Tað, sum handverkarar í Havn serliga eru misnøgdir við, er, at tað er ein fýra ára sáttmáli. Annars plaga sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ikki
Er onki hent hálvan august, fara vit at umhugsa at seta tiltøk í verk. Í Havnar Handverkarafelag eru tey sinnað at herða eitt stríð, sum nú hevur vart leingi, men sum ongan enda tykist at fáa. Stríðið [...] umsita. Men tað hevur verið til fánýtis. Tí hava vit nú sent Føroya Handverkarafelag bræv og boða frá, at er málið ikki loyst um fýra vikur, fara vit at umhugsa at seta tiltøk í verk. Tann freistin er [...] okkara rættur. Og tíbetur hava vit ikki arbeiðsrætt, tí so høvdu vit sitið svínabundnir. Er tað ikki skeivt at seta tiltøk í verk ímóti meistarunum fyri tað um tit eru blivin ósamd við Føroya Handve
Harafturat eru vit komin í ta støðu, at næsa ár verða vit kanska nettoognarar uttanlands, eftir at hava verið nettoskuldarar í nógv ár. Tað vil siga, at vit eiga meiri uttanlands, enn vit skylda. Tó eru tað [...] Nú eru serfrøðingar einaferð farnir at spáa, at rentan er á veg uppeftir aftur Men teir eru ójavnir á máli um, hvussu gongdin verður, tí aðrir serfrøðingar halda ikki, at útlit eru til, at rentan fer at [...] sama støði sum nú. Kanska verða onkrar broytingar upp og niður, men yvirhøvur eru serfrøðingar stórt sæð samdur um, at rentan teir fyrstu mánaðirnar fer at halda sær á sama støði sum nú, sigur landsb
Føroyum. Teir eru púra óneyðugir. Matadorpeningar. Eingins um helst orsøk hevur nakrantíð verið at brúkt teir. Føroyskir eru teir so ikki, og vit fáa ikki føroyskar peningaseðlar fyrr enn vit hava føroyskan [...] ES-borgari. Nú sigur passið beinleiðis ósatt. Føroyingar, sum búgva í Føroyum, eru jú ikki ES-borgarar. Ikki tí, hóast størsta ynski Edmunds er at fáa Føroyar inn í ES, sum eina danska blindgørn, so at vit eins [...] koyrikortini, sum nú móti endanum hava verið donsk koyrikort, sum bara føroyingar fingu og brúkt. Danir brúka ES-koyrikort. Og á sama hátt er við føroysku pyntipeningaseðlunum, sum eru danskir peningaseðlar
var eftir mínari metan eitt mistak, at vit slitu samgonguna við sambandsflokkin og lótu lyklarnar til fólkaflokkin. At lata tað politiska stýrið til fólkaflokkin, nú framgongd var sjónlig og sum teir eisini [...] Tað má vera ein ringur ráki í munninum á landsstýrismanninum Karsten Hansen, nú hann gongur á odda við fólkaflokkinum við tí endamáli at máa støðið undan rættindunum hjá fakrørsluni. Rættindi til at fara [...] verkfall vóru tey, sum kendir tjóðveldismenn bardust fyri, teir vardu borg og tað væl og virðiliga. Men nú er broytt í holuni. Flokkurin hevur vent tí verkafólki, sum stovnararnir bardust fyri, teimum hevur
og við hjálp frá øðrum arbeiðir Sigmundur nú við at fáa málið í okkurt blað í Frankaríki. ? Mest stóð í bløðunum síðsta fríggjadag. Nú eg gangi úti á gøtuni eru fleiri, sum kenna meg aftur. Fleiri teirra [...] at afturhalda einum manni. Nú verður tað eisini ein annar dómari, sum skal taka málið upp. Sjálvur hevur Sigmundur eisini betri mót nú. Hann roknar nevnliga við, at hann nú fær passið aftur. Sigmundur [...] hjá honum. Danmark og Frakland spældu jú í sama bólki, og tí vita teir flestu íbúgvarnir á Reunion nú, hvar Danmark liggur. Og frá Danmark er jú ikki so langt til Føroya, í hvussu er ikki tá ið ein er
hjá teimum og manningini, nú teir eru førdir inn til oynni Reunion. Heldur ikki vil hann siga, hví teir eru tiknir, ella nær málið kemur fyri rættin. Hann vil tó siga, at teir eru fimm mans eftir umborð, [...] tá ið vit sigldu inn fyri at geva boð. Menninir, sum komu umborð, gingu og mólu ímillum okkum. Eg havi heldur ikki viðgingið meg sekan í nøkrum, sum tað hevur ljóðað. Eingin ákæra er heldur komin. Vilja [...] var franska sjóverjan, sum tók skipið og førdi tað til Reunion. Enn er ikki nøkur beinleiðis ákæra komin, men alt er á einum kanningarstøði. Passið hevur verið tikið frá manningini og dómarin hevur ikki
tað ikki sum teirra uppgáva. ? Vit skulu gera okkara skildu við at halda ferjuleguna reina og rudduliga, men vit fara ikki at strika upp nakrar básar. Sum kommuna fáa vit einki fyri teir bilarnar, sum standa [...] ? Vit hava lagt so nógvar pengar í ferjuleguna, og vit fáa næstan onga inntøku av henni aftur. 21/2 % av skattaprosentinum í kommununi fara hvørt ár til at gjalda niður á skuldina, sigur Gunn Joensen, [...] básarnar á ferjuleguni, men vit fara í øllum førum ikki at gera tað. ? Hetta er ikki eitt kommunalt mál. Tað má vera eitt landsmál Ikki okkara uppgáva Í Sosialinum leygardagin vístu vit á, at básarnir og asfaltið
bráddliga komu undan kavi. Hetta er tann kenslan, sum hann nú ætlar sær at uppliva umborð á Norrønu. -Vit danir hava nakað ta somu kensluna, tá vit koma heimaftur og síggja Kronborg. Við hesum vil Jens Ok-king [...] í biografunum nú í summar, tí her koma ferðafólk, sum eisini fegin vilja síggja slíkan film, men er hann ikki at síggja í biohøllunum, so má eg lata mær lynda við eitt video. Nú fáa vit so at síggja. Tá [...] at vit í Danmark, vita, hvat er hent í Føroyum hesi seinastu árini. Tað er líkasum, at alt orðaskiftið hevur verið so ?indeforstået?. Tað finnast góð og ring fólk allastaðni. Er tað so, at tað eru nøkur