Er onki hent hálvan august, fara vit at umhugsa at seta tiltøk í verk.
Í Havnar Handverkarafelag eru tey sinnað at herða eitt stríð, sum nú hevur vart leingi, men sum ongan enda tykist at fáa.
Stríðið stendur um tað eina prosentið, av lønini, sum meistararnir betala til eftirlønargrunn hjá handverkarum.
Meistararnir betala tað eina prosentið á konto hjá Føroya handverkarafelag.
Men tað vil Havnar Handverkarafelag ikki góðtaka longur, sigur Eyðfinn Petersen, formaður.
Havnar Handverkarafelag er farið úr Føroya Handverkarafelag.Og felagið í Havn krevur nú, at meistararnir betala tann partin av eftirlønarprosentinum, sum limirnir í Havnar Handverkarafelag eiga, á konto hjá Havnar Handverkarafelag.
Men tað vil Føroya Handverksmeistarafelag ikki.Teir vísa til, at sáttmálin er ímillum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag.
Og Eyðfinn Petersen sigur, at Føroya Handverkarafelag vil ikki lata Havnar Handverkarafelag fáa prosentið at umsita.
Eyðfinn Petersen sigur, at hetta vit Havnar Handverkarafelag ikki lata sær lynda longur.
Vit hava roynt at tosa við allar partar um at fáa okkara part av eftirlønarprosentinum at umsita. Men tað hevur verið til fánýtis.
Tí hava vit nú sent Føroya Handverkarafelag bræv og boða frá, at er málið ikki loyst um fýra vikur, fara vit at umhugsa at seta tiltøk í verk. Tann freistin er úti 15. august.
Hvørji tiltøk kann talan verða um?
Tað skulu limirnar avgera. Men talan kann sjálvandi verða um at leggja arbeðið niður. Tað er okkara rættur.
Og tíbetur hava vit ikki arbeiðsrætt, tí so høvdu vit sitið svínabundnir.
Er tað ikki skeivt at seta tiltøk í verk ímóti meistarunum fyri tað um tit eru blivin ósamd við Føroya Handverkarafelag?
Nei, tað er tað ikki, tí hetta er ein útreiðsla, sum meistararnir hava undir øllum umstøðum.
Og tað ger teimum tað sama, um teir betala hana á konto hjá Havnar Handverkarafelag ella hjá Føroya Handverkarafelag, sigur Eyðfinn Petersen.
Hann sigur, at Meistarafelagið hevur ikki undirtøku frá limum sínum, táið teir nokta at betala Havnar Handverkarafelag tann partin av eftirlønarprosentinum, sum limirnir í Havn eiga.
Vit hava biðið meistararnar flutt okkum okkara part. Og tað hava teir onki ímóti, tí teir hava biðið okkum um kontonummarið.
Men tað er sjálvt Meistarafelagið, sum noktar limum sínum at ganga okkum á møti. Tí hava meistararnir biðið um, at tiltøk verða sett í verk.
Eyðfinn Petersen, sigur at tað kann als ikki góðtakast, og er heilt órímiligt at eitt prosent av lønini hjá limunum í Havnar Handverkarafelag, verður flutt á konto hjá Føroya Handverkarafelag
Serliga ikki, nú Havnar Handverkarafelag er komið undir land við einum eftirlønargrunni, samstundis sum einki er hent hjá Føroya Handverkarafelag, og at tað ongi útlit eru fyri, at teir fáa ein eftirlønargrunn á føtur í bræði.
Tí vilja vit sjálvir hava eftirlønarprosentið at umsita, so vit fáa gongd á pensjónsgrunnin, sum er komin rættiliga langt ávegis, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.