Hann er sterkur og kann bera nógv á sínum ryggi.
Og viðferðina hann hevur fingið frá tí almenna í Føroyum, klárar hann eisini at bera, men Regin Vágadal er vónbrotin.
?Tað er súrt at stríðast og umboða Føroyar, og einasta takkarlønin eg fái er, at eg skalt gjalda skatt og MVG.
Orsøkin til orðini frá sterka manninum er, at hann hevur onga hjálp fingið frá tí almenna í fyrireikingunum stóru kappingina, sum verður í Havn á ólavsøku.
? Býráðið í Havn hevur veitt okkum eina hjálpandi hond, men restin av stuðlunum eru allir privatir, sigur Høgni Mikkelsen, sum fyrireikar kappingina Atlantic Giant saman við Regini Vágadal.
Kappingin kann verða eitt stórt framtak fyri Føroyar. Sterkir menn úr 10 londum koma til Føroyar at kappast, og útlendskar sjónvarpsrásir fara at senda frá kappingini.
BBC kemur hendan vegin at dekka kappingina, og í tí sambandinum fara sterku menninir at ferðast saman við enska sjónvarpsliðnum, so føroyska nattúran kemur við, tá samrøður og innsløg verða gjørd.
Og tá jokarar sum Vestmannabjørgini, Gjógv, Kirkjubø og onnur støð eru við, eru møguleikarnir fyri útlendskum áhuga góðir.
Eurosport vil eisini sleppa at senda, og kappingin verður við, tá sjónvarpsfólk fara at keypa og selja sendingar í Cannes fyrst í august. Hetta kann senda Føroyar og føroysku náttúruna út til milliónir av hyggjarum kring allan knøttin.
? Vit hava roynt at fingið Ferðráðið at brúka eitt sindur av síni játtan til at stuðla kappingina, men tey vilja slettis ikki verða við. Eg havi eisini roynt at fingið samband út í Tinganes, men har hevur tøgn valdað, sigur Høgni Mikkelsen.
? Eg haldi tað er ov galið, tí hetta er ein so upplagdur møguleiki at gera reklamu fyri Føroyar um allan heim, at tað almenna mátti havt áhuga í at verið við. Men vit kunnu bara staðfesta, at tey hava als ongan áhuga víst fyri okkara tiltakið, sigur hann.
Ryggurin í lagi nú
Tað kostar um hálva millión at skipa fyri kappingini, sum verður hildin á ovara vølli í Gundadali ólavsøkuaftan, og tí er tað tungt at fáa tað at mæla runt.
Privatar fyritøkur hava veitt eina hjálpandi hond, Sjónvarp Føroyar hevur keypt sjónvarpsrættindini, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk kemur til kappingina. Tað hevur víst seg, at áhugin fyri slíkum kappingum er stórur, og nú tá útlendskar stjørnur koma til Føroya at takast við okkara sterka mann, man tað fara at lokka nógv fólk í Gundadal.
Regin Vágadal hevur vant nógv til kappingina, men tað hevur verið strævið hjá honum, tí hann hevur eisini verið noyddur at skipa fyri.
? Eg havi arbeitt allan dagin við at fyrireika og havi brúkt kvøldið til at venja í. Ofta eri eg farin aftur til arbeiðis eftir venjingina, greiður hann frá.
Tað kann hava ávirkan á úrslitini í kappingini, at Regin ikki hevur kunnað bara hugsa um venjingina, men føroyski risin ætlar sær at gera vart við seg.
? Eg fekk ein skaða í ryggin, tá eg kappaðist í Íslandi, men hann er í lagi nú, so hann skal ikki forða mær í at gera mítt allarbesta, sigur Regin Vágadal.