? Vit hava lagt so nógvar pengar í ferjuleguna, og vit fáa næstan onga inntøku av henni aftur. 21/2 % av skattaprosentinum í kommununi fara hvørt ár til at gjalda niður á skuldina, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsformaður í Vestmanna Kommunu.
? Tað kann væl vera, at tað á pappírinum er okkara uppgáva at merkja upp básarnar á ferjuleguni, men vit fara í øllum førum ikki at gera tað.
? Hetta er ikki eitt kommunalt mál. Tað má vera eitt landsmál
Ikki okkara uppgáva
Í Sosialinum leygardagin vístu vit á, at básarnir og asfaltið á ferjuleguni í Leirvík er illa slitið. Leirvíkar Kommuna vil einki gera fyri at asfaltera og strika upp aftur, og Landsverkfrøðingurin vil heldur einki gera, tí tað er eitt kommunalt mál, siga teir. Klaksvíkar Kommuna hevur hinvegin tikið málið í egnar hendur og merkt upp teir illa slitnu básarnar á ferjuleguni, hóast tað er ímóti teirrra egnu prinsippum. Teir kendu seg noyddar til tað, tí teir ikki kundu bjóða ferðafólki hetta. Teir hava eisini sent Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum hvassorðað skriv, har teir biðja hesar almennu stovnar fáa greiðu á hesum skilaleysa stríðnum. Um hesir stovnar ikki finna út av tí, ætla teir sær til landsstýrismannin, sum hevur samferðslumál um hendi, Finnboga Arge, at hann má fáa skil á hesum.
Á ferjuleguni í Vestmanna er støðan nakað tann sama sum á áðurnevndu ferjulegum. Uppmerkjanin av básunum er næstan slitin burtur. Eisini her hevur kommunan eina greiða støðu. Tey ætla sær ikki at merkja upp básarnar, tí tey kenna tað ikki sum teirra uppgáva.
? Vit skulu gera okkara skildu við at halda ferjuleguna reina og rudduliga, men vit fara ikki at strika upp nakrar básar. Sum kommuna fáa vit einki fyri teir bilarnar, sum standa á básunum. Hvørki teir sum skulu umborð á ferjuna ella teir sum eru parkeraðir.
Munur gjørdur
á ferjulegum
Trupulleikin við uppmerkjanini av ferjuleguni í Vestmanna stavar frá, tá ið ferjulegna varð gjørd.
? Studningurin vit fingu til ferjuleguna ljóðaði uppá havnaútbyggjan. Vit meina avgjørt, hann skuldi verið til ferjulegu. Hevði hetta verið støðan, hevði parturin hjá landinum verið hægri, og borgarnair her í kommununi høvdu ikki bløtt so nógv fyri tað, sum teir gera.
? Harafturat varð studningurin ikki útgoldin til tíðina, og varð hann tí beinavegin uppetin av rentum.
Gunn meinar eisini, at tað er nógv fyri, at summar kommunur skulu gjalda fyri at viðlíkahalda ferjuleguna, meðan aðrastaðni er tað tað almenna, sum ger hetta. Til dømis á Oyragjógv og í Skopun. Har er viðlíkahald ikki eitt kommunalt mál.
? Um vit skulu hava viðlíkahaldið av ferjuleguni, so eiga vit eisini at fáa hægri gjald frá landinum.
Kommunan hevur tosað við teir ymsu landsstýrismenninar, sum hava havt við samferðslumál at gera. Eisini hava teir tosað við Finnboga Arge, sum nú hevur hetta málið um hendir. Enn er tó einki hent víðari í málinum.
Sosialurin hevur eisini roynt at fingið eina viðmerking frá Finnboga Arge, landsstýrismanni. Bæði um útkastið frá býráðsformanninum í Klaksvíkar Kommunu, og partamanninum hjá Finnboga í Fólkaflokkinum og um málið viðvíkjandi asfaltering og uppmerkjanini av ferjulegunum í Leirvík og Vestmanna. Hetta letur seg tó ikki gera, tí Finnbogi er í feriu.