Jógvan Sundstein, eisini av at vita fyri búskapin í áttatiárunum. JØRN Astrup Hansen undrast eisini yvir, at Den Danske Bank lat sær allar tær vitleysu íløgurnar um seg ganga, samstundis sum peningur floymdi [...] Men í politiska kjakinum hoyrir eisini tað farna við. Partvíst fyri at fáa ymiskar hendingar ella viðurskiftini at hanga rætt saman og partvíst fyri at vísa á tað, sum »vit søgdu«. Í fleiri ár ávaraði J [...] kundi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum talt saman so hvørt, lán komu til landið, men vit mugu eisini ásanna, at vit høvdu hvørki landsbanka ella líkinda fíggjardeild í landsstýrinum. Javnaðarflokkurin
samvinna, seta vit spurnartekin við. TAÐ er í lagi við einum sonevndum »toppfundi«, men skulu vit hava eina neyvari politiska samvinnu, so eigur eisini at verða forum við tinglimum, sum kundu hitst eina [...] tað er langt síðani, at Føroyar hava verið so nógv umrøddar í donskum og norðurlendskum fjølmiðlum sum hesar seinastu dagarnar. EINKI er at ivast í, at ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen fær ein innanríki [...] áralagið, tí úr hesi góðu og konstruktivu samvinnu er nógvur framburður í Føroyum sprottin. SÍGGJA vit burtur frá hesum, so var vitjanin lítið annað enn ein »sjarmu-offensivur«, fyri at bøta umdømi for
vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av føroyskum politikarum ikki at vilja tosa við ella lurtað eftir tygum. Vit hava eisini altíð sæð dialogin sum fremsta amboð at fremja [...] tænir hetta fyrst og fremt tygara søk. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grør. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt [...] annars so góðu viðurskifti, sum altíð hava verið millum føroyingar og danir! Men betri seint enn ongantíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin. VIT hava á hesum stað boðið
gleðast um, at skipanin við ríkisfundum verður tikin uppaftur, tí so leingi vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvønn annan og gongdina [...] at forsætisráðharrin hevur eitt erligt ynski eisini at hitta føroyingar, og at vitjanin ikki er ein liður í eini nýggjari ætlan - ella ráðagerð - sum vit hava hoyrt og sæð danskar stjórnarmyndugleikar [...] nakrir flokkar eru. Enn vita vit ikki við vissu, um forsætisráðharrin hevur verið uppi í ráðagerðini móti føroyingum, og hvussu nógv hann hevur verið uppi í, ella hvat hann sum ovasti politiski myndugleiki
styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur [...] SUM siður hevur verið í mong mong ár helt løgmaður aftur í ár nýggjársrøðu, sum varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er ein góður siður. Men vit hava eitt stórt hjartasuff at bera fram [...] tignarliga og hátíðarliga løtu sum nýggjárið er - til sambandspolitiskt valpropaganda. VIT ætla okkum ikki út í smálutir, men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin
Danmark. Í tí fyrra førinum skulu vit fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu á, hvussu [...] veruleika. Nú fáa vit so at síggja. Men ríkismál verða eisini fyri í aðrar mátar. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri tingið um eina broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Nakað, sum er alneyðugt [...] útbjóðing á føroyskum øki, Heimastýrislógin verður 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu
sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum er givið - lænt - sum vit eiga. At vit verða [...] verða mint á, at vit hava bert fingið jørðina til láns frá okkara eftirkomarum. ER tað nakað, sum vit eiga at geva gætur í eini so týdningarmiklari og eisini symbolskari tíð, sum vit vilja hava jólini at verða [...] jólum sum júst í ár. TOSAÐ verður um ávirkanina frá dálkingini av heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú
um heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava [...] hava hetta sum starv burturav. TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki úttala seg alment, men tað gongur aftur sum ein reyður tráður [...] byggja upp tær kontaktir og ta innlit, sum Árni Olafsson hevur fingið gjøgnum øll hesi árini. Skoðsmálið hann fær frá bæði starvsfeløgum og eisini øllum teimum, sum hann hevur havt tilknýti til, er sera
MEN so hendir eisini tað, sum hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998. HERFYRI hevði [...] nýtsluna og brúka arbeiðsmegina aðrastaðni. Fleiri áhugafeløg gera vart við ónøgd sína, og í SvF síggja vit syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu [...] treytir fylgja við. TAÐ kann ikki vera stuttligt hjá Kristian Magnussen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum fekk harraboð um, at øll játtanin skuldi vera innan fyri ein ávísan karm, nú at síggja, at alt arbeiðið
er tá, um vit klára at gjalda eitt tvey-oyra av uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta sp [...] MEN vit hava eisini eitt landshúsarhald, sum vantar pening á fleiri økjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Føroya at fáa endarnar at røkka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit øll hava [...] hava, líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn fíggjarpolitikk skulu vit reka? SKULU vit lata skattalætta ? m.a. til sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur