steypakappingini Compaq Cup, so megnaði 1. lið hjá ÍF Føroyum tó ikki at koma víðari í kappingini. Kastrup vann dystin 3-0 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Føroyska liðið stóð seg annars væl [...] til 2-0, tyktust leikararnir hjá ÍF Føroyum at fella í fátt. Og tá so Kastrup kom uppá 3-0 var ósigurin veruleiki, men vóru menn tó nøgdur við yvirhøvur at vera komnir so langt í kappingini. ÍF Føroyar
frá, at teir stillaðu uppaftur. Og tá ið ongi onnur uppskot vórðu sett fram, vórðu teir sostatt einmælt afturvaldir í eitt tvey ára skeið og nevndin er sostatt óbroytt. Somuleiðis samtykti nevndin at endurstovna [...] verið í nevndini, men hann varð ?avsagdur? einaferð. Á aðalfundinum í ár hevði so nevndin skotið upp at endurstovnað starvið, og tað varð einmælt samtykt. Nevndin skipaði seg beint aftaná aðalfundin, og [...] Umframt nevndina, valdi aðalfundurin eisini tríggjar limir í nevndina fyri eftirlønargrunnin, sum er um at verða klárir. Teir tríggir eru Eli Brimsvík, Bjarni Petursson og Tummas Kjærbo. Hinar báðar nevndarlimirnar
aftur, eftir at hann royndi seg í Royn ein part av kappingini í fjør. Næsta vikuskifti spælir TB á Sevmýri móti LÍF, og tað kann gerast ein áhugaverdur dystur. EB/Streymur skal til Gøtu at spæla móti GÍ [...] rótutur, og teir í TB kunnu ikki vera nøgdir við avrikið seinnu 45 minuttirnar. Heimaliðið hevði lítið at vísa á, og tað nærmasta, teir komu einum máli, var ein roynd, sum endaði á stongini. Heimafturvendi [...] seinna hálvleiki staðfesti Óli Johannesen 3-0 sigurin við brotssparki stutt áðrenn dystarlok, eftir at unglingaspælari Hallur Christiansen varð feldur. TB hevur skift nógv út á liðnum síðani niðurflytingina
økinum, til tess betur at skilja leiklut Norðuratlantarhavsins í sambandi við globalar veðurlagsbroytingar. Í fyrilestrinum verða Føroyar og Svalbard samanborin við tí í huga, at Svalbard í fleiri førum [...] náttúruviðurskiftini í Føroyum vóru undir seinastu ístíð. Í fyrilestrinum verður at enda nomið við bakgrundina fyri at seta á stovn tað nýggja arktiska fróðskaparsetrið UNIS á Svaldbard. Ole Humlum er
útgávuni er uttan iva, at hvítu síðurnar eru býttar í sjey økisyvirlit: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, og Suðuroy. Brúkararnir nýtast ikki at villast í hesum nýggja [...] við 49 síðum og tær gulu við 10 síðum. Minnisbløðini, ið nógvir brúkarar hava saknað, eru nú aftur at finna í bókini. Í ár er Telefonbókin gjørd av Teleforlagnum, sum er ein deild av Føroya Tele. Bókin [...] Oddi hf. í Reykjavík. Allir telefon-, fax- og fartelefonfelagir fáa bókina, men tað ber eisini til at keypa hana í telebúðunum kring landið og á Tænastumiðstøðini fyri hálvt hundrað krónur eintakið. Næsta
sunnudagin. Dimmalætting skipar fyri atkvøðugreiðslu at finna Ársins spælarar hjá monnum og kvinnum fyri farna ár, og sum nakað nýtt ætla teir eisini at finna Ársins málverja og Ársins lið. Liðini, sum vinna [...] deild hjá monnum og kvinnum farna kappingarár. Luttøkan hevur verið stór seinnu árini, og væntandi er, at undirtøkan ikki verið minni í ár. Kappingin byrjar leygardagin kl. 8.00 og hildið verður fram allan [...] veitsla í VB-húsinum, og bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður almennur dansur. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 21. oktober, og boðast kann frá á tel. 73110 (Jón), 18487 (Bjarni) ella
eru sinnaðir at halda fram við honum sum venjara, hava vit avgjørt, at samstarvið heldur fram. Hin jugoslavin, sum er í felagnum nú, heldur ikki fram. Zoran Mancic, sum hevur víst seg at vera frálíkur [...] hann er farin avstað. VB hevur í tvey ár verið við í oddinum í 1. deild, men aftur í ár sær tað út til at heiðursmerkini fara til onnur feløg, hóast VB hevur verið heilt frammi meginpartin av árinum. VB er
? Tað er sum at hava blaðið framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, tá hann mánadagin tosaði við Sosialin í telefonini. Tordur Niclasen er í løtuni í New York á ST aðalfundi umboðandi Føroya Løgting. [...] Men tað sum Tordur Niclasen helt vera serliga áhugavert var, at hann kundi lesa Sosialin - í hesum føri leygardags-Sosialin yviri í Boston, har hann varð staddur sunnudagin. ? Eg sá tit høvdu eina litmynd [...] ur miðil, sum bløð - kanska serliga í so fjarskotnum londum sum Føroyum - ikki kunnu lata vera við at gera sær dælt av. Tað eru í dag eini 100 milliónir fólk í heiminum, sum kunnu síggja Sosialin. Tá
til Babilon, har teir dusaðu sær í ríkidømi, ótu og drukku og hildu sær at gaman. Súsanna er kvinna, sum dómarar í Babilon dømdi at verða steinað til deyðis. Tá kemur Dánjal, profetur henni til hjálpar, [...] Nú jólahátíðin stundar til, eru skúlarnir farnir undir at skipa fyri jólaspølum og tilíkum, sum hoyrir jólini til. Á skúlanum á Trøðni hava tey gjørt nógv burturúr. Ein myndaligur leikur við tónleiki sum [...] ferðir í vikuni. Fyrstu ferð fyri næmingum á skúlunum í Havn, og aðru ferð fyri foreldrum og avvarðandi at næmingunum á Trøðni. Tá myndamaðurin á Sosialinum vitjaði, framførdu næmingarnir fyri fullsettum sali
beint aftur, og royna at vinna sítt fyrsta stig í Danmarksseriuni. Liðførarin hja Knudsker, Per Ipsen, sum er toppskjútti við fýra málum, gremur seg um, at hann einki fekk at vita um at venjarin skuldi fáa