Nýggja Telefonbókin komin

Gott og væl 30.000 nýggjar telefonbøkur verða næstu dagarnar bornar út til felagarnar kring landið

Telefonbókin 1999 við teim hvítu og gulu síðunum er komin, og verður næstu tvær vikurnar borin út til hvørt húski í Føroyum.

Nógv viðskiftafólk hava vent sær til Føroya Tele við uppskotum til broytingar í Telefonbókini. Okkurt er tikið til eftirtektar, annað verður goymt til seinni útgávur. Størsta broytingin í nýggjastu útgávuni er uttan iva, at hvítu síðurnar eru býttar í sjey økisyvirlit: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, og Suðuroy. Brúkararnir nýtast ikki at villast í hesum nýggja yvirlitinum. Á síðu 52 er fullfíggjað yvirlit á Føroyakorti.

Í mun til útgávuna, sum kom út síðsta vár, eru hvítu síðurnar, ið hesa ferð eru fremst í bókini, øktar við 49 síðum og tær gulu við 10 síðum. Minnisbløðini, ið nógvir brúkarar hava saknað, eru nú aftur at finna í bókini.

Í ár er Telefonbókin gjørd av Teleforlagnum, sum er ein deild av Føroya Tele. Bókin er prentað í 37.000 eintøkum hjá Oddi hf. í Reykjavík. Allir telefon-, fax- og fartelefonfelagir fáa bókina, men tað ber eisini til at keypa hana í telebúðunum kring landið og á Tænastumiðstøðini fyri hálvt hundrað krónur eintakið. Næsta telefonbókin kemur út næsta ár.