Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri fyrilestrinum. Løgd verða fram úrslit frá natúrgeografisku granskingini tey seinastu árini, viðvíkjandi Føroya Veðurlagi og landslagi nú og í fortíðini.
Kanningar higartil leggja dent á týdningin av tí føroyska økinum, til tess betur at skilja leiklut Norðuratlantarhavsins í sambandi við globalar veðurlagsbroytingar.
Í fyrilestrinum verða Føroyar og Svalbard samanborin við tí í huga, at Svalbard í fleiri førum gevur eina nútíðarmynd av, hvussu náttúruviðurskiftini í Føroyum vóru undir seinastu ístíð.
Í fyrilestrinum verður at enda nomið við bakgrundina fyri at seta á stovn tað nýggja arktiska fróðskaparsetrið UNIS á Svaldbard.
Ole Humlum er kandidatur í fysiskari geografi frá universitetinum í Keypmannahavn í 1976. Seinni var hann settur sum styrkhavi á Keypmannahavnar universiteti og hjá Det Danske Naturvidenskabelige Forskningsråd. Í tíðarskeiðnum 1983-86 starvaðist hann sum vísindaligur leiðari av »Arktisk Station« í Qerqertarsuaq í Vesturgrønlandi. Síðan 1986 hevur hann verið lektari í Arktiskari Geomorfologi á universitetinum í Keypmannahavn. Í september komandi gerst hann professari í fysiskari geografi á nýggja norska universitetinum UNIS á Svalbard.
Granmmskingin hjá Ole Humlum snýr seg meginpartin um samanspælið millum verðurlags- og landslagsbroytingar í teimum kaldaru veðurlagsøkjunum, har serliga verður hugt eftir tí norðuratlantiska økinum.