Hans Pauli Holm hevur fingið venjarastarv í Danmark.
52-ára gamli tvørámaðurin skal venja Knudsker IF, sum spælir í Danmarksseriuni.
Liðið er vorðið kent um alt Danmark, tí tað hevur klárað seg so illa.
Liðið hevur spælt 12 dystir í Danmarksseriuni, og teir hava ongan dyst vunnið. Teir hava latið 75 mál fara inn, og hava sjálvir skorað 5 mál. Fyrsta málið, teir fingu, kom í 10. umfari.
Tá liðið hevði spælt 9 dystir og framvegis einki mál hevði fingið, gjørdu nakrir jútlendingar ein fanklub fyri liðið, og síðani tá hava fólk úr øllum Danmark fylgt hesum góða liði, sum hevur staðið seg so illa.
Venjarin Kim Bjelstrand fekk sekkin herfyri, og 17. juni tók Hans Pauli Holm við.
Hann skal nú føra liðið á beint aftur, og royna at vinna sítt fyrsta stig í Danmarksseriuni.
Liðførarin hja Knudsker, Per Ipsen, sum er toppskjútti við fýra málum, gremur seg um, at hann einki fekk at vita um at venjarin skuldi fáa sekkin fyrr enn alt var avgreitt.
Knudsker spælir í øki 1, sum er Sæland, og millum annað Jákup Mikkelsen og Herfølge hava roynt seg móti teimum og vunnið.