Havnar Handverkarafelag hevði aðalfund mikukvøldið.
Á fundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali.
Teir vóru sjálvur formaðurin, Eyðfinn Petersen, næstformaðurin Árni Hádal og Jens meitilberg, nevndarlimur.
Teir boðaðu allir frá, at teir stillaðu uppaftur.
Og tá ið ongi onnur uppskot vórðu sett fram, vórðu teir sostatt einmælt afturvaldir í eitt tvey ára skeið og nevndin er sostatt óbroytt.
Somuleiðis samtykti nevndin at endurstovna starvið sum kassameistari í nevndini. Kassameistari hevur verið í nevndini, men hann varð ?avsagdur? einaferð. Á aðalfundinum í ár hevði so nevndin skotið upp at endurstovnað starvið, og tað varð einmælt samtykt.
Nevndin skipaði seg beint aftaná aðalfundin, og hon sær nú soleiðis út.
Umframt formannin, Eyðfinn Petersen, sum varð valdur beinleiðis, hevur nevndin skipað seg soleiðis: Árni Hádal heldur fram sum næstformaður og skrivari, Kaj A. Niclasen er valdur til kassameistara og hinir báðir nevndarlimirnir eru Harry Johannesen og Jens Meitilberg.
Eykalimir í nevndini eru Einar Bech og Marita í brekkunum.
Umframt nevndina, valdi aðalfundurin eisini tríggjar limir í nevndina fyri eftirlønargrunnin, sum er um at verða klárir.
Teir tríggir eru Eli Brimsvík, Bjarni Petursson og Tummas Kjærbo.
Hinar báðar nevndarlimirnar í grunninum velur nevndin í Havnar Handverkarafelag.