Viku, at kanska skuldi tað verið umhugsað at givið fólki ein møguleika at lata ólóglig vápn til løgregluna, uttan at tey vórðu revsað afturfyri. Vit royndu í gjár at fáa fatur á várafútanum fyri at spyrja [...] bilum, húsum og fólki, og hevur onkur hug at endurtaka kynstrið, verður tað ikki vápnini, tað fer at stranda uppá. Ungfólk, sum vilja hava hendur á eini drepandi riflu, sum kann skjóta deyðiligar kúlur ein [...] henda, tá onkur ger av at nýta hesi vápn móti fólki, bilum og húsum. Sosialurin royndi í gjár at finna onkran, sum liggur inni við ólógligum riflum, og tað var lætt. Í Klaksvík sluppu vit at taka myndir
sagt verður, at vit einki gera teir tímarnar, sum ikki standa á tímatalvuni, er tað, at vit eiga at tala at, sigur hann. Otto Leo sigur, at hann finnur seg ikki í at verða mistonktur fyri onki at gera teir [...] einsamallur tíðindamaður, sum eru møttir at vita, hvat ónøgdir lærarar fara at siga samráðingarnevndini, sum skal til Danmarkar at tingast um fullveldi. Lærararnir hava boðað frá, at teir vilja ikki gera so [...] parkeringsøkinum, sum sær heldur tómligt út, nú bert heilt fáar minuttir fyri tíðina, sagt er frá, at lærararnir skulu hittast. Her er helst ikki annað at gera enn at fara ein túr á kaffistovuna at bíða, til okkurt
listakvinnur. Orsøkin til at vísindateoriin skilir millum deduktiónina, tað sum kann hugsast og tautologi hinumegin, vit siga at tað er soleiðis, er tí at vísindafólk ongantíð eiga at vera í iva hvat tað merkir [...] í søgubókum, tí eingin torir at siga, at tað "maktin" sigur, tað er annað enn óreingiligur sannleiki. Í Rumenia koyrdi Ceausescu nógv uppá at hann var "dissidenturin", sum talaði Moskva mitt imot. Men [...] vil búgva), onkur granskar í mikrostatum, og onkur økonomur samanber føroyska búskapin við alt Norður-Amerika. Hermann Oskarsson hevur sitið í búskaparráðnum og proklamerað at vit koma at hava tað fínt
Javnaðarflokkin luttekur eisini onkur av tingmanningini. Enn er ikki heilt greitt, hvør hetta verður. Øll eru vælkomin á fundin, sum verður klokkan 14 leygardagin, siga Michael Jensen, Unga Sambandið og [...] sambandsungdómar funnið nøkur evni, har semjan ikki er so løtt at hóma teirra millum. Tey hava valt eitt evni í part og tað eru hesi evnini, sum lagt verður upp til kjak um á almennum limafundi á Hotel Hafnia
enn pástanda tey, at hetta fer at skapa vøkstur. Javell, kann veljarin siga. Men tá tú sker eina so stóra millióna inntøku, sum eitt samfelag fær inn íbúskapin »fyri einki« og so vænta, at tað ongar avleiðingar [...] tykist heldur ikki, sum um andstøðan hevur nakað alternativ. Onkur tosar um bjargingarstjórn, onnur um fullveldi – í báðum førum flosklar, sum einki hava við tann veruliga trupulleikan at gera. Tað skerst [...] framundir, at ein møguleiki er, at allir skattir hækka tvey prosent. Men tað heldur løgmaður ikki verða rætt. Hinvegin kunnu vit við globalu verðurlagsstøðuni í huga nikka játtandi til, at ein króna verður
fyri tey, sum fara í 3. 4. og 5. flokk komandi skúlaár, og sum halda tað er torført at lesa og skriva. Men í ár eru tað fleiri børn, sum fara í 6. ella eldri flokk eftir summarfrítíðina, og sum sum vilja á [...] børn. - Fleiri børn, sum hava verið á legu, venda aftur og eru ofta skjót at melda seg til. Tað er enntá onkur, sum hevur meldað til fyri triðju ferð. Orsøkin til, at hesi børnini, sum eru ov gomul til leguna [...] Mánadagin var freistin at tekna seg til summarfuglaleguna, sum er fyri børn við lesi- og skrivitrupulleikar. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri slíkari legu og áhugin hevur øll árini verið stórur
teir fingu útvísingina. Tá settu vit okkum sjálvar undir trýst við at ikki vera góðir at halda uppá bóltin, heldur Jákup. Hann fegnast um, at gongdin er vend í HB í mun til í fjør. - Teir royndu leikararnir [...] framvegis við og teir yngru leikararnir eru vorðnir eitt ár eldri, umframt at onkur er komin afturat. Vit hava sett okkum fyri bara at spæla okkara spæl, og so skulu málini nokk koma, sigur Jákup. Eftir sigursmálið [...] Meinhardti Joensen. - Tað kann eg ikki siga nakað um. Eg hoppaði framum hann. Men teir vóru øgiliga ónøgdir, so har kann hava verið okkurt, sigur 197cm høgi Jákup Slættalíð, sum altso var hægstur í feltinum og
løgregluni. Hinvegin heldur onkur óivað, at tað er somikið hugnaligari at verða boðin inn til vinmannin til eina øl. Tað er vorðið alt vanligari við oplastfløskum og hetta fer kanska at fríðka eitt sindur um [...] alt so nógv lættari, sum tikið verður til. Bryggjaríið hevur nevniliga sent veðrin á marknaðin í stórari fløsku. Hon er úr plasti og í henni eru 1,25 litrar. Stóra veðraølin var at fáa í Havn og í Klaksvík [...] panti). Óivað verður nýggja støddin og sniðið hent hjá mongum. Men nú ber ikki longur til hjá monnum at siga við konuna við blonkum, mjúkum eygum: "Eg havi bert drukkið eina øl!", tí hetta hevur fingið heilt
er eingin, sum sigur, at úrslitið hevði verið betur enn tað sama. Royndir úr eitt nú Danmark vísa, at fiskivinnustevnur í Keypmannahavn hava ikki fingið so góða undirtøku, sum í Ålborg, siga stigtakararnir [...] val Stigtakararnir, sum báðir búgva í Runavíkar kommunu, halda, at havnalagið í Saltangará er vælegnað til eitt slíkt tiltak, sum at kalla burtur av snýr seg um vinnuna. - Vit halda, at Runavíkar-økið er [...] eisini størri. Tí kann væntast, at rættiliga nógv fólk verða at síggja á havnalagnum og á gøtuni í Runavíkar kommunu hesar dagarnar, stevnan varar. Aktivt vinnulív Onkur spyr kanska, hví stevnan ikki er
veðurmenninir siga, at tað sama kann henda hesaferð. Summar metingar siga, at Gustav kann hava eina fýra metrar høga fkóðaldu við sær. Tí er stórur vandi fyri, at byrgingarnar við New Orleans fara, og at sjógvur [...] brádliga, at onkur evropeiskur tíðindamaður, sum var í býnum, segði seg ongantíð hava upplivað slíkt áður. Amerikanski veðurstovnurin segði í morgun, at Gustav verður helst minst líka ring sum Katrina. [...] milliónir fólk eru flýdd undan ódnini. Tíðindafólk í New Orleans siga, at umleið 300.000 fólk eru flýdd úr býnum, og at gøturnar eru at kalla tómar. Tey nógvu plátukløddu vindeyguni boða frá, hví fólk eru farin