Kyksendi er í pørtum av vøtnunum

- Tað er av alstórum týdningi, at børn ikki fara einsamøll oman at Spónhyljum, sigur Viðareiðis kommuna.

Viðareiðis kommuna er vorðin varug við, at børn hava til frægd at fara oman í Spónhyljarnar. Hetta fegnast tey íkommununi um, tí endamálið við Spónhyljum er, at hetta skal verða eitt savningarstað, bæði hjá fuglum og menniskjum.

 

- Endamálið við ætlanini við Spónhyljum var upprunaliga at skapa eitt umhvørvi, har vøkstur, sum frá líður nørist, soleiðis at fuglar koma at fjølgast í økinum. Við slíkum vakureika og lívi trívist menniskjan væl.

 

Í Viðareiðis kommunu gleða tey seg til, at økið fer at fáa endaliga dámin av øllum tí arbeiði, sum er gjørt, og sum borgararnir hava staðið so væl saman um at fremja.

 

- Tó er tað ikki vandaleyst at ferðast í økinum. Kyksendi er í pørtum av vøtnunum, og vit hava fingið fráboðanir um, at børn fara oman til Spónhyljar einsamøll.

 

Viðareiðis kommuna heitir tí á øll foreldur um at tosa við børnini um vandan, sum kann standast av, um onkur er áhaldsin og dettur útí – antin frost er ella ei.

 

- Tað er av alstórum týdningi, at eingin fer einsamallur oman at vøtnunum, men at børn altíð eru saman við øðrum um hesar leiðir, siga tey í Viðareiðis kommunu.