Eitt, sum eyðkendi tingfundin seinnapartin í dag var, at ungdómstinglimirnir ikki høvdu stóran áhuga í at gera viðmerkingar til teir settu fyrispurningarnar.
Bert í einstøkum førum vórðu viðmerkingar gjørdar.
Annars sýndi hesin fundurin aftur, hvussu væl fyri okkara ungdómur er, tá tað kemur til samfelagslig viðurskifti, og tað nýttu politikararnir eisini høvi til at viðmerkja.
Tað vóru sum nevnt heilir 24 fyrispurningar settir seinnapartin, og tí dró tað eisini eitt sindur út við tíðini.
Hálvan tíma longri tók tingfundurin enn upprunaliga ætlað.
Men ungdómarnir høvdu fingið nógv burtur úr hesum ungdómstingi, tí allir, vit hava hitt hesar báðar dagarnar, ungdomstingið hevur vart, siga seg verða vorðnar munandi klókari.
Tað er nú eisini væntandi, tí tað er neyvan hugsandi, at 15-16 ára gomul eru væl bevandraðí tingarbeiðinum.
Eitt, sum tú legi til merkis, var, at sami spyrjari gekk aftur í fleiri førum. Um tað er tí, at summi ikki halda seg til skal vera ósagt, men onkur setti fram tríggjar spurningar.
Alt i alt tó eitt upplivilsi fyri teir 32 næmingarnar, sum hava tiið lut í ungdómstinginum. Og sum Annika Olsen segði, so er tað meira sjáldan, at síggja so nógvar kvinnur manna løgtingið.










