B36 vann grannauppgerð

2. deild: Næstbesta B36 liðið vendi gongdini, tá teir í grannauppgerðini smurdu HB av

B36-HB 5-1 (1-0)


Seinastu vikurnar hevur verið líkt til, at næstbesta liðið hjá HB rættuliga skuldi fara at gera um seg aðrur deild.

Byrjanin var einki serlig fyri teirra viðkomandi, men seinastu úrslitini hava verið góð, og onkur hevur eisini tosað um møguleikan fyri at vinna heiðursmerki í deildini.

Hjá grannunum í B36 hevur gongdin verið júst tann øvugta. Fyrstu umførini var liðið so avgjørt millum tey bestu í deildini, og millum annað varð TB sent heim við einum dyggum tapi. Síðani gekst heldur striltið, og seinastu vikurnar er bortnurin á talvuni komin í so nær hjá árstalsfelagnum.


Bit í B36

Við hesum í huga, saman við teirri sannroynd, at HB aloftast hevur gott tak á grannunum, var kanska væntandi at HB skuldi vinna tryggan sigur leygardagin.

Helst vóru spælararnir av somu fatan, men í hesum fóru teir so sanniliga skeivir. B36 var tað av liðunum, sum byrjaði dystin nógv betri. Teir vóru fyrstir á so at siga øllum bóltum, og harumframt fingu teir eisini spælið at hanga bógv betri saman.

Burtur úr yvirvágini fingu teir eisini eitt mál í fyrra hálvleiki, tá skjótt mótálop endaði við, at Brynleif Hansen kundi skall bóltin í netið.

Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og Tað eydnaðist teimum eisini at økja um leiðsluna, tá mistak í HB verjuni viðførdi, at Johnny Samuelsen brádliga gjørdist púra leysur í HB brotsteiginum.

HB leikararnir vóru tó ikki einsamallur um at gera mistøk í verjupartinum, tí lítla løtu seinni stóð Eyðun Samuelsen púra leysur í HB brotsteiginum, soleiðis at hann kundi minka um munin.


Luftin fór

Eftir hetta kom HB meira við í dystin, og teir høvdu eisini møguleika at vinna upp á javnt, men hóast fleiri vandamiklar støður, so eydnaðist hetta kortini ikki.

Ístaðin slapp B36 upp á 3-1, tá verjuleikari var so óhepping at senda bóltin í egið mál, og so var liðugt hjá HB.

Sjálvmálið tók so at siga seinastu luftina úr reyð/svarta havnarliðnum, og seinastu løtuna av dystinum hevði B36 lætt spæl.

Brynleif Hansen fekk enn eitt mál, tá hann varð spældur púra leysur, og rak fram við málverjanum áðrenn hann legði bóltin í netið. At enda kundi Gunnar Nielsen, sum helst mundi vera besti maður á vøllinum, seta krúnuna á verkið, tá hann fyrst dróg frá verjuleikara við hælinum, áðrenn hann sendi eitt beinrakið skot í meskarnar.

Við sigrinum slapp B36 sær aftur upp á ovaru hálvur á stigatalvuni, og megna teir eisini at vinna í Leirvík komandi vikuskiftið, eru teir aftur partur av málmstríðnum.

HB datt hinvegin nakað niður á talvuna, og komandi dysturin, á heimavølli móti ÍF, man helst fara at vísa, hvørt ætlanir teirra um heiðursmerki skulu takast í álvara ella ikki.


B36-HB 5-1 (1-0)

1-0: Brynleif Hansen

2-0: Johnny Samuelsen

2-1: Eyðun Samuelsen

3-1: Sjálvmál

4-1: Brynleif Hansen

5-1: Gunnar Nielsenm bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.


Ikki ósamdur

við Hvítubók

Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:


?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.


?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.


?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.


Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.


Hví fara yvir um

ánna eftir vatni

Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.

Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.

Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.

Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.

Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.


Landsstýrið hevur

gjørt sakina danska

Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.

Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.

Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.


Aftur sum av torvheiðum

Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.

Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?


Seta framtíðina veð

Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard