- Talið á ungum roykjarum í Føroyum liggur á støði við tey lond í Evropa, sum eru ringast fyri, staðfestir Pál Weihe, yvirlækni, nú nýggjasta kanningin av rúsevnisvanunum hjá teimum ungu liggur á borðinum. Kanningin hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1989, og hóast tekin hava verið um minking í talinum av roykjarum onkur ár, ganga tølini nú í nærum allar mátar aftur skeiva vegin.
Skeiv gongd
Kanningin, sum er gjørd á vári 2003, vísir, at 33,6 % av dreingjunum og 33,2 % av gentunum siga seg hava roykt dagliga seinastu 30 dagarnar móti 28 %, sum søgdu seg roykja dagliga í 1999 ? eitt heldur óvæntað úrslit, tá sama talið annars er lækkað støðugt frá 1996 fram til 1999.
Eisini í nýtsluni av rúsdrekka heldur skeiva gongdin fram. Í 1999 høvdu 49 % smakkað rúsdrekka seinastu 30 dagarnar, meðan heili 62 % svaraðu ja uppá sama spurning í 2003. Spurd, um tey høvdu roynt at drukkið seg fullan seinastu 30 dagarnar, svaraðu 43 % ja í 2003 í mun til 34 % í 1999.
Hóast tølini eru smá, hava fleiri ung í 9. flokki roynt at roykja hasj og sniffa lím og tendraragass í 2003 í mun til 1999. Eitt tað mest positiva, vit kunnu siga um kanningina, er, at nýtslan av teimum hørðu rúsevnunum so sum crack og kokain er á leið tann sama, sum í 1999, og at nýtslan framvegis er lítil ? á leið 0,2 %
Millum tey ringastu
Í alt 659 næmingar í 15 ára aldri hava verið við í kanningini, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur skipað fyri. Kanningin er løgd soleiðis til rættis, at tað ber til at samanbera úrslitini í Føroyum við umleið 30 lond í Evropa. Samanberandi kanningarnar verða givnar út í bók um miðjan desembur, men longu nú ber til at siga, at talið á ungum roykjarum í Føroyum liggur millum tey lond í Evropa, sum er ringast fyri.