serliga um matvøruvinnuna, sum hon heldur kann mennast. - Torgið í Vágsbotni kundi verðið nógv meiri enn tað er, heldur hon. Hinvegin heldur hon, at skal lív fáast í miðbýin verður neyðugt at gera eitt parkeringshús [...] býráðsvalið í Havn. Hon heldur í hesum sambandi, at býráðið kundi havt eina ráðgeving, sum kundi hjálpt smáum vinnurekandi við ivaspurningum, eisini fólki, sum ætla sær undir onkra vinnu. Hon hugsar serliga [...] at sleppa av við bilin beint við. Annars heldur hon, at politikkurin má miðja eftir at fáa fólk at vilja búgva í Havnini og í hesum sambandi heldur hon, at ein virkin bústaðarpolitikkur er heilt avgerðandi
væl at leggja til rættis, fekk tað frá hondini, hon hevði ætlað og hon helt á, til hon hevði rokkið málið. Hon var avgjørd og visti tú tí altíð, hvar tú hevði hana. Eydna sat í nevndini fyri Føroya Blindafelag [...] tíðarskeið eisini formaður fyri felagið. Eisini umboðaði hon tey blindu í stýrinum fyri Føroya Blindastovn. Hennara góðu eginleikar gjørdu, at hon var góð at samvinna við. Síðan gongd kom á vevistovuna á [...] tey blindu og sjónveiku, har Eydna luttekur virkir. Óskiljandi at so skjótt skuldi ganga. Harrin hevði aðrar ætlanir við Eydnu. Eydna var sjónveik frá barni av, men dugdi serstakliga væl at liva við sínum
at royna seg. Spenningurin var stórur, og hon segði, at tað tók eina góða løtu at sleppa ígjøgnum, eftir at hon hevði fingið fulla plátu. Men, tað gekk, og hon fekk møguleikan. Ann valdi at deila høvuð [...] sloppin at royna seg, hevði hug at satsa, og kanska hugsaði hon, at møguleikin at royna eydnuna í gekka-spælinum kanska ongantíð býðst aftur. - Eg prøvi aftur. Eg haldi tað, segði hon. Í øðrum drátti steðgaði [...] hvørjum leypi - og so fór hon, sum vera man, spent í gongd við fyrsta drátt. Og fyrsti dráttur eydnaðist væl, sera væl, má sigast. Hjólið steðgaði á 50.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið kvinnuni úr Vestmanna
heilt óvæntað, at hon fór nú. Sjálvt um vit hava vitað, at hon tey seinastu næstan 14 árini var sjúk, var hon kortini so positiv, at vit illa kundu trúgva, at hon var so sjúk sum hon veruliga var. Edda [...] av hesum fólkum, ið hon kom í samband við á Hotel Tórshavn, knappliga ikki vóru ímillum okkum longur. Tá hon hevði roynt allar viðgerðir móti krabbameini, og tað vísti seg, at hon ikki kundi fáa meira [...] hjá John. Hon møtti trúliga upp, tá bindiklubbur var, hóast tað var greitt fyri okkum øllum, hvussu sjúk hon var. Húðin var so illa farin av viðgerðunum, at hon ofta mátti vera í hanskum, tá hon bant, men
krónur, og hon hevði játtað seg seka í stórum partum av ákæruni. Britta Nielsen hevur í rættinum áður greitt frá, at svikið byrjaði, tá sjúka var í familjuni aftur í 90'unum, og familja hennara hevði fíggjarligar [...] lata seg útflýggja til Danmarkar, hóast tað varð greitt, at so skjótt hon kom til Danmarkar kundi hon skuldsetast fyri fleiri mál, enn hon var frammanundan. Britta Nielsen var eisini dømd at gjalda sakarm [...] Britta Nielsen var í dag dømd seks ár og seks mánaða fongsulsrevsing, umframt at hon skal gjalda pengarnar aftur, sum hon hevur svikað frá Socialstyrelsen. Dómarin legði í rættinum dent á, at langa tíðarskeiðið
vikuskiftið. Hon hevur nú havt nakrar dagar at eftirmeta dystin ímóti Amandu Serrano, og hon viðurkennir, at hon tapti dystin ímóti betri boksara. – Eg gjørdi tað, sum eg kundi hetta kvøldið. Eg hevði ikki meira [...] Sarah Mahfoud misti farna vikuskiftið sítt HM-heiti í boksing. Hon hevði sett HM-beltið upp á spæl í dysti ímóti Amandu Serrano, ið hevði trý HM-belti, og Serrano vann dystin og harvið beltið frá Sarah [...] meira við mær enn hatta. Hon er tann besta, hon er sterk, og hon vann. Eg taki hesa stóru uppliving við mær, og eg havi fingið smakk fyri meira, tí eg veit, eg kann betra meg, sigur Sarah Mahfoud. – Mítt
##med2## Tá hon kom til lands í Antigua, varð hon hjálpt upp úr árabátinum. Linda Evenstad Emilsen hevur róð gjøgnum fleiri stormar, og á ferðini koppaði báturin hjá henni tvær ferðir. Hon hevði fýra árar [...] myndini ovast veittrar hon við norska flagginum, eftir at hon er komin til karibisku oynna, Antigua, sum eisini var málið hjá henni. - Føtur mínir vóru ógvuliga tungir. Tað var, sum hevði eg betongklossar á [...] árar við sær, tá hon loysti, og á ferðini misti hon tvær árar. - Á triðja degi brotnaði tann fyrsta árin, og á trettanda degi brotnaði onnur. Tíbetur breyt eg onga ár aftrat, tí eg hevði bara fýra árar við
katólskum sjúkrahúsi, har var hon so væl dámd, at nonnurnar vildu, at hon skuldi gerast ein teirra. Men Emma hevði aðrar ætlanir, árið eftir fór hon niður til Danmarkar, har hon starvaðist á Skodsborg bað [...] vaks eisini Emma upp. Hon var elst av trimum systkjum, foreldur hennara vóru Niels Johannes og Birha Viderø av Viðareiði. Lívið hjá Emmu var ikki altíð so lætt, orsøkin var, at hon hevði heldur veik bein; [...] bein; men Emma hevði góðar handaligar gávur og dugdi bæði væl at binda og ikki minst at tekna. Eftir lokið realprógv fór Emma í læru á sakføraskrivistovuni hjá Leif Wagestein. Eftir at hon hevði fingið prógv
merkiliga væl til. So væl, at hon als ongan áhuga hevði fyri at sleppa heim til Danmarkar í frítíðini. Hon var bert einaferð í Danmark aftur hesi sjey árini. Ása hevði, tá ið hon kom higar, aldur at fara í [...] oyggjarnar. Serliga minnist hon ferðirnar til Suðuroyar, sum tá tóku hálvan fimta tíma hvønn vegin. Føroyar í hjartanum Ása var 16 ára gomul, tá ið hon fór aftur til Danmarkar. Tá hevði hon longu havt ein føroyskan [...] Litten. Hon arbeiddi í danska fiskimálaráðnum. Her møttu føroyingar einum embætisfólki, sum hevði verunligan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og sum meira enn onnur fólk í slíkum starvi hevði góð persónlig
ella okkurt sætta. Umframt sítt egna húsarhald, hjálpti hon beiggjanum Jacobi og hevði heilt nógv at gera. Tað gáaði eg als ikki eftir tá, tí hon hevði altíð stundir at práta við meg og skemta. Hetta haldi [...] kendist sum pliktir. Til eg var heilt stór fekk hon meg t.d. at halda, at hon hevði gloymt at biðið meg keypt okkurt í handilinum hjá Jens Mariusi, sála, sum hon so sendi meg avstað aftur eftir. Ofta var eg [...] eg í handilinum tríggjar ferðir um dagin. Ikki tí hon hevði gloymt, hvat hon skuldi hava, men tí hon visti, hvussu væl mær dámdi at keypa frá tí blíðlynta handilsmanninum, men at eg ikki tordi at fara at