Tey vórðu vígd av Akseli Tórgarð, presti, í táverandi heimi hansara uppi á Torgarði, nærhendis Tinghúsvegnum.
Í hesum umhvørvi vaks eisini Emma upp. Hon var elst av trimum systkjum, foreldur hennara vóru Niels Johannes og Birha Viderø av Viðareiði. Lívið hjá Emmu var ikki altíð so lætt, orsøkin var, at hon hevði heldur veik bein; men Emma hevði góðar handaligar gávur og dugdi bæði væl at binda og ikki minst at tekna.
Eftir lokið realprógv fór Emma í læru á sakføraskrivistovuni hjá Leif Wagestein. Eftir at hon hevði fingið prógv, hendir tað, at hon hittir Sigmar Johannesen frá Norðskála. Foreldur hansara vóru Elsa, f. Joensen, frá Norðskála, og Johannes Johannesen úr Tjørnuvík.
Emma og Sigmar hava óiva verið sera forelskaði, tí árið eftir fór Emma við honum yvir til Ìslands, har Sigmar um hetta mundi sigldi við trolara, ið kallaðist Juni.
Ìmeðan arbeiddi Emma á einum katólskum sjúkrahúsi, har var hon so væl dámd, at nonnurnar vildu, at hon skuldi gerast ein teirra. Men Emma hevði aðrar ætlanir, árið eftir fór hon niður til Danmarkar, har hon starvaðist á Skodsborg baðisanatorium í umleið tvey ár.
Eitt ár seinni avgjørdu Emma og Sigmar at koma heim aftur á klettarnar. Tey komu at búleikast í Havnini og keyptu sær grundøki frá foreldrinum hjá Emmu í vakra umvørvinum nærhendis viðalundini. Emma fór í starv á býráðnum, har hon starvaðist í mong ár, eitt nú sum skrivari hjá býararkitektinum Gunnari Hoydal. Sigmar keypti sær ein kranabil og var mong ár sjálvstøðugur vinnurekandi og hevði eitt langt tíðskeið sáttmála við byggifelagið E. Phil & Søn.
Heimið hjá teimum hevur altíð verið nógv vitjað, og vanligt var, at fólk vórðu búgvandi har í fleiri vikur, eitt nú tá ið Brøðrasamkoman hevði samfelagsmøtir, kom familjan á Viðareiði ofta at gista, og var hetta sera hugnaligt. Ein persónur sum ein ikki sleppur undan at nevna er Birtha, móður Emmu, sum var ein hollur stuðul í familjuni bæði andaliga og verðsliga. Emma og Sigmar høvdu eisini sín leiklut í sunnudagsskúlanum hjá adventistunum, har Emma dugdi avbera væl at siga frá søgum, og Sigmar skipaði fyri útferðum til Leynavatn.
Sigmar og Emma fingu bert eittans barnið, Birgir, sum er giftur við polskari konu, ið eitur Agnieszka. Ofta verður sagt, at barnabørnini eru lívsins dessert, og tað sikkurt nakað um tað tí. Tvey sera fitt barnabørn eru við til at ríka dagligdagin hjá Emmu og Sigmar.
Vit ynskja tykkum Guds ríkligu signing framyvir og vilja takka tykkum fyri allan tann kærleika tit hava givið og lært okkum við lívi tykkara.
Kærastu heilsanir : Agnieszka, Birgir, Emma og David