Hálvføroyski boksarin Sarah Mahfoud misti farna vikuskiftið sítt HM-heiti í boksing. Hon hevði sett HM-beltið upp á spæl í dysti ímóti Amandu Serrano, ið hevði trý HM-belti, og Serrano vann dystin og harvið beltið frá Sarah Mahfoud.
Tapið í Manchester hevur fingið Sarah Mahfoud at seta sær nýggj mál. Hon er ikki fallin fátt, men ætlar sær meira innan boksing.
– Eg havi skifti eitt sindur ímillum útbúgving, arbeiði og boksing, og eg eri komin á eitt støði, har eg kann klára meg. Men skal eg betra meg, má eg gera meira, og nú leggi eg ætlanir um, hvussu eg kann geva meg hundrað prosent í boksing, so eg kann vera enn betri fyri, sigur Sarah Mahfoud við Sosialin um vikuskiftið.
Hon hevur nú havt nakrar dagar at eftirmeta dystin ímóti Amandu Serrano, og hon viðurkennir, at hon tapti dystin ímóti betri boksara.
– Eg gjørdi tað, sum eg kundi hetta kvøldið. Eg hevði ikki meira við mær enn hatta. Hon er tann besta, hon er sterk, og hon vann. Eg taki hesa stóru uppliving við mær, og eg havi fingið smakk fyri meira, tí eg veit, eg kann betra meg, sigur Sarah Mahfoud.
– Mítt stóra mál er at vinna eitt HM-belti aftur, og eri til reiðar at gera tað, sum skal til fyri at náa tí málinum, sigur hon.
Longri samrøða við Sarah Mahfoud kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.