baklinjuni tók bóltin, sum tóktist vera á veg út av vøllinum, við hondini. Gult kort til B36 mannin og brotsspark og mál til VB, sum væl spælandi Pól Thorsteinsson skoraði. Góða B36 lagið punkteraði, men John [...] minuttur, tá hann streyk avstað í høgru, legði flatt innfyri til Julian Johnsson, sum hóast at hava stríðst so nógv, sum tað valla ber til at hugsa sær, hevði nóg nógva orku at senda flatt innum Bjarna [...] við lúskuskða, tá 36 minuttir vóru farnir. Fyrra bumbingin So var tað, at tað fyrru ferðina sá út til, at øll B36 fólkini skuldu fara norður aftur um Suðuroyarfjørð, uttan at hava fingið sína søk avgreidda
viðhaldsfólkini, sum vóru komin til Leirvíkar á vegnum til landsdystin á Svangaskarði. Bert spell, at spælarin, sum hevði avgjørt dystin og kappingina, tá var á veg til Havnar í sjúkrabili. HB snávaði [...] hálvleikur var ikki gamal, tá Malena Josephsen fór sjálv og skoraði til 4-0. Ann Hansen og Eyðvør úr Dímun fingu minkað um munin til 2-4, men ov seint var. Í fyrsta dystinum í ár, sum HB tapti, taptu tær [...] og hon økti til 2-0 við einum frísparki, sum hon sendi beinleiðis í málið. Hetta var ein dyggur smeitur fyri HB-liðið, og KÍ fekk nú fatur á longra endanum. Rannvá Andreasen gjørdi 2-0 til 3-0 áðrenn hálvleik
vit okkum til at skifta um, so at teir spæla fyrra dystin á heimavølli, men tað ynsktu teir ikki. Teir skutu hinvegin upp, at vit útseta dystin til hóskvøldið. Tað vilja vit ikki, tí vit skulu til Klaksvíkar [...] sigur Rúni Herup Olsen. Tí verður tað nú upp til FSF at endaliga avgera, nær dysturin verður spældur. - So mugu vit bara vóna, at suðuroyingar eru klárir til dyst, tá hann endiliga verður spældur, sigur [...] skal spælast. - Vit fingu fyrst váttað seinnapartin í gjár, at dysturin skuldi spælast klokkan 17.15. Seinni á kvøldið fáa vit eitt nýtt bræv frá FSF um at dysturin er fluttur til klokkan 17.00. Og nú
ongan enda Nú tað stundar til eina nýggja landskapping, stendur farna kappingarár framvegis frískt í huganum, og Herbert viðgongur, at tað er tað strævnasta, hann hevur verið við til í síni tíð á besta B36-liðnum [...] hevur gjørt sítt til, at venjingarnar úti í vetur ikki hava verið so nógvar, sum ynskiligt hevði verið, men Herbert í Lon heldur, at teir í B36 hava fyrireikað seg so væl, sum tað ber til. – Eg dugi ikki [...] við gott mót, tí í venjingardystunum hava vit til tíðir víst góðar taktir, so hesa ferð man fara at gangast betur hjá okkum. Minsta málið má vera at koma til europeiskan fótbólt, so tað eiga vit at leggja
sum eina álitisváttan frá sjúklingunum, ið gevur teimum nýtt dirvi til arbeiðið. ? Vit halda sjálvar, at vit altíð hava ov lítla tíð til tann einstaka sjúklingin, og tí væntaðu vit ikki, at júst vit fóru [...] Krabbameini á samkomu á Hotel Hafnia mikukvøldið. Sømdargávan var eitt heiðursbræv og 2.500 krónur til hvørja deild. Sjúklingar valt Sjúklingar hava sjálvir valt, hvør skuldi fáa sømdargávuna. Ikki var [...] sjúklingarnar, hóast arbeiðið viðhvørt kann sýnast vónleyst. Spurdur, um slíkar sømdargávur frá FFK til heilsuverkið fara at vera afturvendandi tiltak, svarar formaðurin, at tað veit hann ikki. ? Vit hava
tó ikki, og eftir steðgin vóru tað í fleiri førum gestirnir, sum lógu framvið. Størsta møguleikan fingu teir, tá B71-málskjúttin gjørdi brotsspark, men hetta sendi Birgir Joensen mitt í krovið á málverjanum [...] kassan. Sandoyingar spældu annars við tíggju monnum seinasta góða hálva tíman, so einki er at siga til, at frøin var stór, tá javnelikurin varð veruleiki. B68 aftur fremstir Aðra staðni kring landið kundu [...] fekk B36 sín fyrsta sigur, tá tver skallarar frá Dánjal Petur Johansen og Levi Hanssen vóru nóg mikið til at tryggja ein 2-0 sigur. Royn kom av álvara niður á jørðina aftur, tá teir taptu 6-1 í Gundadali fyri
tann dreymin kunnu toftamenn í øllum førum gloyma alt um. Leygardagin máttu teir nevnliga leggja rygg til 1-0 tap í toppdystinum móti B71, sum harvið hevur lagt seg á odda við hjálp frá regluni um innanhýsis [...] snøgt sagt skolaðu oman yvir B71 málið, har bert 18 ára gamli Símun Rógvi Hansen hevði nokk at síggja til. Men nærri enn skoti á stongina komu toftamenn ikki, og so kundu gestirnir fegnir fara suður aftur [...] og Birgir Joensen, sum hava gjørt um seg. Á Argjum kundi AB takka Súna Fríða Barbá fyri, at teir fingu stigini, sum fluttu liðåið upp á fjórða plássið. LÍF hevði annars lagt seg á odda 2-0 stutt inn í
Síðani fyrst Arnbjørn Danielsen og síðani Jákup Eli Olsen eru komnir afturíaftur á Toftum, hevur borið til at arbeitt við hugsanini um at flyta Dánial Hansen longri fram á vøllin. Teir royndu hetta í Gøtu [...] B68 álopsmaðurin fekk fatur á kiksaðum útsparki frá VB málverjanum, og úr 35 metrum smekkaði hann til. Bólturin sigldi omanfyri málverjan og fór í málið dygst undir samankomingini. B68 og viðhaldsfólkini [...] ini fegnaðust um annað langskotsmálið á heimavølli í eina viku, og bara fýra minuttir seinni fingu tey meiri at fegnast um. Eftir horna royndi Fróði Benjaminsen at draga seg leysan í brotsteiginum, Birgir
og vit skulu vera teir fyrstu til at vátta, at úrslitið síðsta sunnudag kom óvart á. Í blaðnum í síðstu viku skrivaðu vit, at B68 ivaleyst mundi hava næstfremsta plássið til láns, tí í vikuskiftinum skuldu [...] sína tíð hjá teimum at vinna. Brøðurnir á Lakjuni syrgdu fyri málunum. Bárður á Lakjuni legði upp til málið, sum stóribeiggin Høgni skoraði í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki skoraði hann tríggjar ferðir [...] plagar at vera í 2. deild, men sum hesa ferð var eykamaður í 1. deild, har hann ikki kom inn, hjálpti til í 3. deild. TB-B71 1-0 (1-0) Tá sæð verður burtur frá úrslitinum í Gundadali, og við støðutalvuni í
tað endaði við frísparki til B68. Í staðin fyri at royna ímóti málinum, trillaði Óli Olsen bóltin stutt til Jónleif, sum staddur mitt fyri høgdi til og sendi bóltin í málið til 1-0. Ein frálík fríspark [...] sínum kjansum og fingu brúkt tveir av teimum til at skora mál. Hinvegin hevði NSÍ bóltin sera nógv, men megnaði ikki at skapa meira enn ein hálvan kjans í hvørjum hálvleiki, og lítið sást til dygdirnar, ið [...] ágangandi og málsøkjandi, og tá Christian Høgni Jacobsen spældi stutt út í høgru til Jónleif Højgaard, ið smekkaði til og rakti yvirliggjaran, lá líkasum í luftini, at B68 kundi fáa eitt mál. Tað kom