2. deild
Tað var einki at ivast í, hvør stóri dysturin um vikuskiftið var í aðru deild. Eftir sigurin hjá B71 á Toftum herfyri, var talan um nýggja styrkisroynd hjá oddaliðnum, tá FSV04 kom á vitjan.
Sæð burtur frá tapinum fyri Royn í fyrsta dystinum á árinum, so hevur tað gingið sum eftir ánni hjá vágaliðnum, sum við fleiri sannførandi avrikum hevur ávarað hini um, at teir so sanniliga eisini skulu takast í álvara, tá tosað verður um uppflytingarkandidatar.
Tað var tó skjótt, at B71 setti seg á dystin leygardagin, og longu eftir sjey minuttum høvdu teir lagt seg á odda. Clayton Soares fannHanus Clementsen, og tá hesin royndi seg við skoti, smoygdi bólturin sær inn um stólpan.
B71 yvirvágin helt fram, og teir høvdu fyri steðgin nakrar møguleikar at avgera dystin. Hetta eydnaðist tó ikki, og eftir steðgin vóru tað í fleiri førum gestirnir, sum lógu framvið. Størsta møguleikan fingu teir, tá B71-málskjúttin gjørdi brotsspark, men hetta sendi Birgir Joensen mitt í krovið á málverjanum.
Tað eydnaðist tó at javna, tá Jákup Joensen stútaði hornaspark í kassan. Sandoyingar spældu annars við tíggju monnum seinasta góða hálva tíman, so einki er at siga til, at frøin var stór, tá javnelikurin varð veruleiki.
B68 aftur fremstir
Aðra staðni kring landið kundu toftamenn staðfesta, at teir aftur eru á oddasessinum í deildini, eftir at B71 tók hendan sessin seinasta vikuskifti.
Hesa ferð vann B68 4-1 í Leirvík, har vertirnir tó góvu ein lítlan hvøkk, tá teir minkaðu munin í 1-2. Hóast hetta, so megnaðu toftamenn at vinna hampuliga trygt, men tað mundi minka eitt sindur um gleðina, at spælandi venjarin, Julian Johnsson, tíðliga í dysitnum mátti av vøllinum við skaða í knænum.
Í Sumba fekk B36 sín fyrsta sigur, tá tver skallarar frá Dánjal Petur Johansen og Levi Hanssen vóru nóg mikið til at tryggja ein 2-0 sigur. Royn kom av álvara niður á jørðina aftur, tá teir taptu 6-1 í Gundadali fyri HB, og í Gøtu staðfesti AB, at GÍ ikki skal rokna við tí stóra, tá tikist verður við fremstu liðini í deildini.
Úrslitini hetta vikuskiftið
B71-FSV041-1
LÍF-B681-4
HB-Royn6-1
Sumba-B360-2
GÍ-AB1-5