Fegnar vóru tær, Ingunn Gaardbo og Marita Christiansen, tá tær vegna deildir sínar tóku ímóti sømdargávu frá Føroya Felagi móti Krabbameini á samkomu á Hotel Hafnia mikukvøldið. Sømdargávan var eitt heiðursbræv og 2.500 krónur til hvørja deild.
Sjúklingar valt
Sjúklingar hava sjálvir valt, hvør skuldi fáa sømdargávuna. Ikki var neyðugt, at ein heil deild skuldi fáa hana. Møguleiki var eins væl at velja ein lækna, eina sjúkrasystir ella einhvønn annan sjúkrarøktara.
Í sambandi við, at FFK 17. januar í ár fylti 20 ár, varð lýsing sett í bløðini, har heitt var á fólk, ið hava haft ella hava krabbamein, um at skjóta upp, hvør skuldi fáa sømdargávu. Fleiri uppskot komu inn, og torfort var at velja millum brøvini, fáa vit at vita frá teimum í FFK. Men tey siga, at eitt ávíst bræv var avgerandi fyri, hvør fekk sømdargávu. Hetta var bræv, skrivað av sjúklingi, ið seinasta ár lá á skurðdeildini A3 og síðani á B6 fyri krabbamein. Hesin sjúklingur sigur, at starvsfólkini á báðum deildunum gingu upp í arbeiðið at røkta hann bæði við lív og sál. Hann sigur, at hann nærum ikki hevur orð fyri, hvussu nógv frálíka røktin hevði at týða fyri hann og familju hansara. Góða røktin gav honum veruliga megi og mátt at koma víðari í lívinum.
Herðaklapp fløvar
Tær báðar sjúkrasystrarnar Ingun Gaardbo, fyrsti assistentur á B6, og Marita Christiansen, deildarsjúkrasytur á A3 siga, at tað veruliga fløvar at fáa slíkt herðaklapp frá sjúklingum. Tær siga, at tær allatíðina kenna tað, sum tær ikki gera nóg mikið, orsakað av stóra arbeiðstrýstinum, ið áhaldandi sparingar innan sjúkrahúsverkið hava við sær. Men nú, tær hava fingið slíka sømdargávu, síggja tær hetta sum eina álitisváttan frá sjúklingunum, ið gevur teimum nýtt dirvi til arbeiðið.
? Vit halda sjálvar, at vit altíð hava ov lítla tíð til tann einstaka sjúklingin, og tí væntaðu vit ikki, at júst vit fóru at fáa hesa álitisváttan. Men nú hava vit fingið staðfest, at vit hava røkt okkara arbeiði nóg væl gjørt nóg mikið fyri sjúklingarnar, og hetta er ógvuliga fløvandi, eru báðar sjúkrasystrarnar samdar um.
Sjúkrasytrarnar vóna, at álitisváttanin fer at geva starvsfólkunum á báðum deildunum nýtt mót at halda fram við sínum góða arbeiði. Tó vóna tær ikki, at hetta fer at føra við sær, at mynduleikarnir fara at krevja størri sparingar so tær noyðast at renna uppaftur skjótari.
Uppiborið herðaklapp
Jákup N. Olsen, formaður í FFK, heldur, at starvsflólkini á A3 og B6 hava uppiborið slíkt herðaklapp. ? Tað hava í nógv ár verið alt ov nógvir fíggjarligir niðurskurðar innan heilsuverkið, og tískil er byrðan hjá hvørjum einstøkum starvsfólki eisini vaksin munandi. Men hóast alt, hava starvsfólkini á hesum báðum deildum tikið sær væl av hvørjum einstøkum sjúklingi, og tað hava tey uppiborið herðaklapp fyri, sigur hann.
Jákup N. Olsen heldur, at sømdargávan sýnir starvsfólkunum, at tað loysir seg at hjúkla um sjúklingarnar, hóast arbeiðið viðhvørt kann sýnast vónleyst.
Spurdur, um slíkar sømdargávur frá FFK til heilsuverkið fara at vera afturvendandi tiltak, svarar formaðurin, at tað veit hann ikki. ? Vit hava ikki tosað um at halda fram. Hesar sømdargávurnar vórðu lætnar í sambandi við, at felagið fylti 20 í januar, so eg veit ikki rættuliga at siga, um vit fara at gera tað sama næsta ár, sigur hann.