B36 hevur havt fleiri mál í hesum kappingarárinum. Tað varð næstan mett sum eitt mistak, at teir fluttu niður úr 2. deild í fjør, og fyrsta málið hjá teimum í ár var at flyta uppaftur beinanvegin. Longu tíðliga á árinum tóktist hetta ganga sum fótur í hosu, og so settu teir sær eitt nýtt mál. Hetta var, at teir skuldu vinna allar dystirnar. Fyrstu tveir triðingarnar av kappingini hevur hetta ligið raðið fyri, og triðja málið, sum teir settu sær, var at skora fleiri enn hundrað mál.
Alt bendir framvegis á, at B36 fer at flyta upp aftur í 2. deild, og tað er framvegis møguleiki fyri, at teir fara at røkka eitt hundrað málum, men um teir skulu megna tað, so skulu teir í miðal skjóta fimm mál í hvørjum av teimum fimm dystunum, sum eru eftir. Hetta er ikki ómøguligt, men tað fer at krevja meiri av B36 enn tað, teir vístu móti B68.
Triðja málið hjá B36, sum var at vinna allar dystirnar, røkka teir ikki, tí sunnudagin taptu teir á heimavølli móti B68, sum harvið helt tørn um næstfremsta plássið. Fuglfirðingar vunnu eisini. Tað er eitt stig millum tey bæði eysturoyarliðini, sum hittast á Svangaskarði komandi vikuskifti.
Í botninum tykist tað sum HB hevur givið skarvin endaliga yvir. TB og KÍ hava bæði ligið aftarlaga, men við trimum stigum í part lupu hesi bæði feløgini bukk um fleiri á støðutalvuni, og nú brennur tað undir GÍ, sum kanska verður noytt at flyta niður undir øllum umstøðum, tí liðið hjá teimum í næstbestu deildini er hótt av niðurflyting. Hetta kann eisini fara at gera seg galdandi fyri KÍ.
Tíverri kann ikki sigast, at feløgini hesa ferð hava verið so ófør, sum tey hava verið higartil í ár, at senda dómaraseðlarnar inn, og dómararnir hava heldur ikki verið so óførir at fylla seðlarnar út. T.d. vóru á seðlinum frá dystinum í Vágum hvørki tíðir ella málskjúttar viðmerktir. Tað er ov vánaligt.
ÍF-VB 4-0 (1-0)
Um vit skulu siga tað hampuligt, so var liðið hjá vágbingum ikki serliga væl mannað. 56 ára gamli Preben Olsen, sum undanfarin ár ofta hevur verið dómari, spældi við alla tíðina, og sjálvt um fuglfirðingarnir í miðal eru ungir og raskir, so tók tað sína tíð hjá teimum at vinna.
Brøðurnir á Lakjuni syrgdu fyri málunum. Bárður á Lakjuni legði upp til málið, sum stóribeiggin Høgni skoraði í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki skoraði hann tríggjar ferðir, og hvørja ferð átti hann sjálvur stóran lut í uppspælinum.
FS Vágar-HB 8-0 (1-0)
Havnarmenn hildu so dánt tørn í fyrra umfarinum, men tá tað í 2. hálvleiki skrædnaði, gekk skjótt. HB hevði eitt sera ungt lið, og í tá teir í 2. hálvleiki tveir spælarar, var lítið at gera. Torkil Nielsen ger ikki so nógv við fótbóltin longur. Hesa ferð hjálpti hann 3. deildarliðnum við at verja málið hjá teimum. Tað var fittligt.
Í 2. hálvleiki kom fyrrverandi landsliðsmaðurin og Landskrona hetjan á skjúttaralistan í 1999. Hann umsetti góða møguleikan úr ellivu metrum á fullgóðan hátt.
KÍ-GÍ 3-1 (2-0)
Gøtumenn roknaðu fyrstu løtuna við, at teir fóru at vinna. Tað gjørdu teir, tí teir fleiri ferðir komu rættuliga leysir í KÍ brotsteiginum. Ta einu ferðina vóru teir tveir spælarar saman við Gunnari á Steig, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild, og sum fekk sær dystarvenjing í 3. deild. Men gøtumenninir valdu at spæla ov ofta ímillum sín, ístaðin fyri at royna móti málinum, og so vórðu teir veittraðir rangstaddir.
Jón Simonsen gjørdi aftur eitt lop á skjúttaralistanum, og fyri KÍ var tað góður styrkur, at Helmar Lassen, sum plagar at vera í 2. deild, men sum hesa ferð var eykamaður í 1. deild, har hann ikki kom inn, hjálpti til í 3. deild.
TB-B71 1-0 (1-0)
Tá sæð verður burtur frá úrslitinum í Gundadali, og við støðutalvuni í huga, so mundi hetta vera mest óvæntaða úrslitið hesa ferð. Sandoyingar høvdu betri tak á fyrstu løtuna, og teir høvdu upplagdar møguleikar at skora eini fýra mál í 1. hálvleiki, men teir vóru alt annað enn nóg neyvir, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kom TB á odda.
Í 2. hálvleiki tóktist tað sum um sandoyingarnir ikki trúðu uppá, at tað fór at eydnast, og heimaliðið hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, enn gestirnir høvdu at javna og harvið fáa stig.
B36-B68 0-1 (0-1)
B36 vann undan summarsteðginum 2-0 á Svangaskarði, og vit skulu vera teir fyrstu til at vátta, at úrslitið síðsta sunnudag kom óvart á. Í blaðnum í síðstu viku skrivaðu vit, at B68 ivaleyst mundi hava næstfremsta plássið til láns, tí í vikuskiftinum skuldu teir spæla á útivølli móti B36 hvør skal siga, at tað fór ikki at gangast væl.
Bæði liðini høvdu manning við lágum miðalaldri. Tað er einki at ivast í, at teir flestu á B36 liðnum høvdu verið í 1. deild, um teir høvdu spælt í øðrum feløgum enn júst í B36. Men hesa ferð vóru teir ikki nóg neyvir, gamli liðfelagin hjá teimum, Magnus Poulsen, sum hesa ferð vardi málið hjá B68 í 3. deild, helt tætt, og so vunnu toftamenn við einsamalla málinum, ið teir fingu, tá 18 minuttir vóru farnir. Maðurin, sum fekk bóltin inn um Trónd Vatnhamar í B36 málinum, var unglingaspælarin og miðvallarin Ronnie Svalbard.