Rúni Herup Olsen, formaður í B36, harmast støðuna, sum nú er íkomin um hálvfinaluna millum B36 og samanlagda suðuroyarliðið, sum skal spælast í Gundadali í morgin.
Suðuroyingar hava í dag gjørt greitt, at teir ikki ætla sær á vøllin klokkan 17 í morgin, sum annars er fráboðað. Orsøkin er, at tveir av spælarunum eru til próvtøku á miðnámsskúlanum, og tí ikki kunnu vera í Havn fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 16.
Rúni Herup Olsen sigur, at fremsta avbjóðingin er, at bæði havnafeløgini skulu spæla dyst sama dag mitt í viku, og at hetta er ein støða, sum FSF hevur skapað. Hann sigur, at havnafeløgini tí arbeiða undir givnum fortreytum.
- Vit valdu at taka atlit til, at suðuroyingar mugu sleppa heim aftur sama dag, sum dysturin verður spældur, og tí løgdu vit okkara dyst fyrr á kvøldið, hóast HB eisini ynskti at spæla fyrra dystin, sigur hann.
Smyril fer av Havnini klokkan 21.15 í annaðkvøld og tað avmarkar, hvussu seint dysturin kann byrja.
- Tá suðuroyingar so gjørdu vart við, at teir ikki vildu spæla klokkan 17 bjóðaðu vit okkum til at skifta um, so at teir spæla fyrra dystin á heimavølli, men tað ynsktu teir ikki. Teir skutu hinvegin upp, at vit útseta dystin til hóskvøldið. Tað vilja vit ikki, tí vit skulu til Klaksvíkar sunnudagin og hava tørv á tí hvíld, vit kunnu fáa, sigur Rúni Herup Olsen.
Tí verður tað nú upp til FSF at endaliga avgera, nær dysturin verður spældur.
- So mugu vit bara vóna, at suðuroyingar eru klárir til dyst, tá hann endiliga verður spældur, sigur hann.
Formaðurin í B36 heldur annars tað vera undir alt lágmark, at vit nú, einans 26 tímar undan dystarbyrjan, framvegis ikki vita, nær dysturin skal spælast.
- Vit fingu fyrst váttað seinnapartin í gjár, at dysturin skuldi spælast klokkan 17.15. Seinni á kvøldið fáa vit eitt nýtt bræv frá FSF um at dysturin er fluttur til klokkan 17.00. Og nú er aftur ivi um, nær dysturin skal spælast, sigur hann.
- Tað snýr seg um meiri enn bara nær dysturin skal setast í gongd. Vit hava eitt stórt apparat rundan um fyrsta liðið sum skal í gongd, tá dystir eru. Lýsingarnar skulu gerast, helst við rætta tíðspunktið á. Innkrevjarar, stadionspeakarar og onnur, sum hava ábyrgd, tá dystir eru, skulu fráboðast. Vit gera mat til fyrsta liðið, sum etur saman og tað skal eisini fyrireikast. Tí er tað sera ørkymlandi, at vit framvegis ikki vita, nær dysturin skal spælast, sigur Rúni Herup Olsen.