hví? Tí at samgongan samtykti eina fíggjarlóg, sum gevur SL trengri karmar at virka undir! Og hetta er júst øvugt av tí, sum formaðurin í Útoyggjafelagnum mælir til: at kanna møguleikan fyri at sigla og [...] mælir til at kanna møguleikarnar fyri at hava eina samhaldsfasta prísskipan hjá Strandferðsluni. Grundgevingar felagsins eru góðar. Vit skulu ikki taka vónina frá felagnum, men lítið er at ivast í, at gongdin [...] sum er beint øvugt av øllum tí, sum hesi álit siga. Áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, vístu vit í hesum teigi á, at ein minni játtan til Strandferðsluna fór at merkja hægri prísir og færri túrar. Eingin reaktión
og tað er, at hann tosar ov nógv, og hugflogið fer viðhvørt nakað langt hjá honum. Tað var sum at lesa manuskriptið til ein Hollywood film, tá Torbjørn Jacobsen var endurgivin fyri at siga, at heimskapasiteturin [...] har so at siga øll verðin er úti eftir okkum føroyingum? Tað er pínligt, at man lýsir vítt og breitt við at Stoltenberg skal luttaka í arbeiðnum hjá Norðuratlantsbólkinum, og so ?gloymir? at boða føroyingum [...] meira pínligt, at man heldur enn at viðganga, at man var nakað bráur, roynir at kóka tær heilt stóru konspiratiónsteoriirnar upp við sendistovum, uttanríkisráð o.s.fr. Tað er, útyvir at yvirmeta týdningin
nokk til at gjøgnumføra hetta uttan Fólkaflokkin. Nú kann eingin flokkur siga seg frían fyri feildisponeringum, kanska serliga í 80?unum, men grundin til at vit draga serliga Fólkaflokkin fram er, at hann [...] Endamálið hjá okkum her er ikki bert at peika afturum, men at ávara móti, at søgan endurtekur seg. Fólkaflokkurin er og verður tann sami, og tí eigur man altíð at fylgja sera væl við, hvat hann sigur og [...] av leið. Søgan hevur víst okkum, at hvørja ferð okkurt initiativ fær rós í litfaldaranum hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðnum, so er at verða á varðhaldi. Tað er at vóna, at góðar kreftir seta seg saman og
varð víst á, at kanningin er gjørd í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Tað er so m.a. hetta samstarv, ið tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at greiða nærri frá. Hann spyr, um tað er satt, at sáttmáli um [...] ikki koma hartil, at skjótast skal við skørpum eftir hvørjum øðrum, hvørja ferð, at mistøk verða gjørd í eini týðandi tilgongd. Eftir øllum at døma eru mistøk gjørd. Tað týdningarmesta er at leggja øll kort [...] royna at koma víðari. Granskingin hevur so stóran týdning, at vit hava ikki loyvi til at leggja hana lamna orsakað av ávísum mistøkum og skeivum ella manglandi avgerðum. Tað týdningarmesta má vera at læra
gjørdist Walter Sisulu aðalskrivari í ANC, og tað var hann, ið so at siga vakti Mandela til stríð móti apartheid. Seinni varð hann handtikin og sat 26 ár í fongsli á Robben Island. Stríðið móti apartheid var [...] nakað slag av hentleikum elvdu til eina politiska tilvitan, sum fylgdi honum alt lívið. Hann fór undir at skipa fakfeløg fyri námsarbeiðarar og undir politiskt virksemi. Seinni gjørdist hann hjálparmaður í [...] fimtitúsund fólk fylgdu honum frá Orlandostadion í Soweto. Men minnið um hendan heiðurs- og stríðsmann fer at liva leingi í huganum á øllum demokratiskum hugsandi menniskjum víða um heimin. Sosialurin
familjurnar, ið standa fyri at seta seg í búgv. Tað hevði verið ólíka skilabetri at brúkt MVG skipanina til at gjørt tað bíligari hjá teimum ungu at seta fót undir egið borð t.d. við ikki at havt MVG á arbeiðslønum [...] Endamálið er at "minka um hugin til uttanlandsferðing føroyinga" (citat). Hetta er, sum feløgini siga, "formyndarí av ringasta slag" og meira er ikki at siga um tað! Landsstýrið eigur at hugsa seg væl [...] Víst verður á, at MVG á arbeiðslønum fer at dýrka munandi um eini nýggj sethús. Arbeiðslønin til eini nýggj sethús liggur um 400-600.000 krónur. Hetta merkir, at nýggja uppskotið fer at dýrka eini vanlig
roknað við, at landsins størsti flokkur, nú hann hevur verið við til at samtykkja sjálvsstýrissamtyktina á tingi, fór at brúka meiri orku uppá vinstra-høgra politikkin, men so sýnist ikki at vera. At flokkurin [...] markini vórðu strikað upp. Hvørjum tonkum sat so hyggjarin við aftaná hesa sending! Uttan mun til hvørjum politiskum leiri man er í ber helst til at siga, at vit á skíggjanum sóu og hoyrdu tveir ymiskar [...] nevniliga at isolera seg ella bert síggja heilt avmarkaðar samstarvsmøguleikar. Hóast nógv uppá hjarta og siðiliga og vælmeinandi framførslu so tykist formaður Tjóðveldisfloksins ikki at megna at fáa bygt
torført er mangan at kalla tingini við teirra røttu nøvnum uttan at hetta fær óhepnar fylgjur bæði á ein og annan hátt. Men Óli dugir hetta kynstrið at siga tað, sum onkur má siga - at seta orð á tað, sum [...] gera, at fá fólk taka sær tikni av skemtinum og oftast er hann hóast alt tann mildi. Listafólk, sum Óli gera okkum gerandisdagin lættari. Einki er so sunt fyri okkum menniskju sum at flenna, siga læknarnir [...] vinnulív. Óli dugir betur enn nakar blaðmaður ella politiskur viðmerkjari at lýsa kjarnuna í einum máli ella eini hvørji støðu. Við at lýsa kjarnuna er hann oftast ómetaliga beinrakin og kemur samstundis
foreldrum og skúla. Tað er tí at vóna, at slíkar sendingar, sum tann vit her hava sipað til, fara at fáa foreldur og skúlafólk til at gera teirra besta til tess at venja børn og ung at fara væl um og vera góð [...] stórbar og hugtakandi. Hetta ger, at vit kanska í tí dagliga ikki geva okkum far um, at náttúra okkara ikki er "stór". Hon er í roynd og veru lítil, soleiðis at skilja, at hon tolir ikki nógv av. Menniskjan [...] áðir ? alt terur uppá náttúruna. Fyri ikki at tosa um alt fóðurið frá alingini, ið er við til at dálka firðir og sund. Tað er tí sera umráðandi, at vit læra at fara væl um tað, sum eftir er. Í hesum høpi
tykjast at bera ótta fyri eini pandemi enn. Tí eiga okkara myndugleikar eisini at vera varnir og einki at gera, sum kann loypa óneyðugan ótta á fólk. Men sum gamla orðið sigur, at betri er at vera fyrivarin [...] Verður virusið, H5N1, at broytaast so, at tað fer at smitta millum fólk, fáa vit eina heimsumfevnandi umfarsjúku, eina sonevnda pandemi. Ein slík herjaði heimin í 1918-19 og doyðu milliónir av menniskjum [...] ymisk sløg av heilivági, ið eiga at vera tøk til fólkið, um ein pandemi fer at herja. Tann spurningur, ið mong seta sær, er, hvussu vit her í Føroyum eru tilbúgvin at taka ímóti eini slíkari landfarsótt